- Vit mugu liva við einum skerdum grunni

- Í 1995 høvdu vit ein 200 mió. grunn. Nú hevur løgtingið staðfest, at grunnurin bert skal hava sjey mió. krónur í váðafúsan kapital at arbeiða við, sigur formaðurin í Framtaksgrunninum



Tað er ikki greitt enn, hvat fer at henda við nevndini í Framtaksgrunninum - soleiðis beinanvegin.

- Framtaksgrunnurin er bjargaður frá húsagangi, men lammaður, tí hann ongan kapital hevur at arbeiða við.

Tað sigur Sverri Hansen, sum heldur, at avleiðingin av teimum treytum, sum politikararnir settu, fyri at konvertera, er, at grunnurin ikki fær virkað.

- Ætlanin var ongantíð, at politikararnir skuldu hava ávirkan á grunnin. Tað er júst hugskotið aftan fyri vinnurekandi grunnar, sigur Sverri Hansen.

Nú verða viðurskiftini í Framtaksgrunnurin formelt fingin í rættlag. Síðani verður mett um nýggju støðuna, við tað at grunnurin bert verður váðafúsur við sjey mió. krónum.

- Framtakgrunnurin er ikki 200 mió. grunnur, sum vit høvdu vónað, tá málið fór í tingið.

- Av hesum skilst, at tað ikki eru teir somu projektmøguleikar, sum lagt var upp til, tá Framtaksgrunnurin varð stovnaður.

- Ætlanin var nevniliga at grunnurin skuldi hava 200 míó. krónur í váðafúsum kapitali. Vit valdu tað teknisku loysnina fyrst, og síðani var ætlanin at allur kapitalurin skuldi konverterast, sigur Sverri Hansen.

Hann heldur, at uppskotið í tinginum um konvertering gjørdist so nógv truplari enn væntað, og at úrslitið er, at grunnurin bert hevur pening til tað mest neyðturvuliga.

- Vit mugu bert gera okkum greitt, at við einum vinnurekandi grunni, sum bert hevur nakrar fáar mió. krónur at arbeiða við, og sum skal spyrja politikararnir, hvørja ferð okkurt skal gerast, gagnar ongum.

- Tað er óneyðugt at politikararnir leggja seg út í arbeiðið í grunninum. Tað er júst tí, at ein nevnd er vald. Hon skal gera arbeiðið, ikki politikararnir, sigur Sverri Hansen.

Núverandi nevndin, sum er Sverri Hansen, Heini Fosaa og Richard L. Thomsen, verða sitandi til næsti aðalfurndur verður til várs. Hvat annars skal henda, vita bert løgmaður og danski forsætisráðharrin.

- Er politiska samtyktin eitt bakkast fyri arbeiðið í grunninum og fyri nevndina?

- Persónlig kenni eg tað ikki sum eitt bakkast fyri okkum. Vit eru valdir til at gera eina uppgávu fyri politikararnir, sigur Sverri Hansen.

- Fortreytirnar eru tó nógv broyttar síðani byrjanina. Tá hildu vit okkum hava ein 200 mió. grunn. Nú hava vit ein sjey mió. grunn.

- Tað merkir, at tað ikki verður farið undir nýggj projektir. Vit fara at halda fram at arbeiða, tó nú við einum skerdum grunni, sigur Sverri Hansen.