Tað sær út til, at tað fer at bera til at samtykkja ein nýggjan hjálparpakka til vinnulívið hesa vikuna.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við útvarpsstøðuna FM1.
Hann sigur, at endamálið við hesum hjálparpakkanum er at hjálpa smærri fyritøkum, sum hava mist mest sum alla inntøkuna í hesi koronakreppuni.
– Tær skulu eisin vera til, tá ið koronakreppan er av, sigur hann.
Men løgmaður sigur, at tað stendur eisini til borgarar at gera av, hvussu vit koma ígjøgnum kreppuna.
– Tað hevur stóran týdning, at fólk læra seg at liva við kreppuni, verður tað kanska skjótari at koma ígjøgnum hana, sigur løgmaður
Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmann greiða frá, hví hann heldur, at atferðin hjá borgarum verður avgerðandi fyri, hvat ger at henda










