Vit síggja jú sparingar allastaðni, fíggjarligu útlitini og framskrivingar síggja ikki góð út við minni inntøkum og sparingum.
Vit hava longu fleiri dømir um hópuppsagnir og at stovnar hjá landinum og kommunurnar noyðast at spara.
Vit fara tíverri at síggja fleiri sum noyðast at rýma frá hús og heimi, orsakað av hesari fíggjarkreppu, serliga er tað barnafamiljur hetta gongur út yvir.
Eg fari tí serliga at heita á Tórshavnar kommunu um at fyribyrgja inna barna- og ungdómsøkið. Um ikki vit arbeiða skilagott, fer hetta at kosta meira fyri land og kommunur komandi árini.
Um vit skulu hyggja eftir her hjá okkum í Tórshavnar kommunu, so er alneyðugt, at vit finna verandi loysnir innan ungdómsøkið, og her eru nógvar góðar loysnir at finna, sum ikki kosta nógvar pengar, vit hava fleiri høli, sum vit kunnu leiga, bæði til ungdómshús og til frítíðarvirksemi. Tað er eisini møguleiki fyri at fíggja hetta við einum forsvarligum brúkaragjaldi og foreldragjaldi, sum vit kenna aðrastaðni frá.
Vit noyðast at viðurkenna, at eitt nú í Hoyvík eru nógvar barnafamiljur, sum hava sett búgv og her er stórur tørvur á einum ungdómshúsi. Í Hoyvík eru góð høli, sum kunnu brúkast til endamálið.
Bæði Frítíðarskúlin í Hoyvík og onnur hølir eru klokkuklár til endamálið. Hesar loysnir eru ikki dýrar fyri Tórshavnar kommunu, men ein verandi og fyribyrgjandi loysn fyri framtíðina. Hetta verður til stóra nýttu fyri okkara børn og ung. Eisini fer hetta at lætta nógv um hjá øllum barnafamiljum í Hoyvík.
Um vit ikki eru fyribyrgjandi á barna- og ungdómsøkinum. Eri eg stúrin fyri, at støðan hjá mongum verður sera ring, og tað verða tey sum eru ringast fyri, ið fíggjarkreppan fer at raka, og hetta fer at síggjast aftur hjá okkara børnum og ungum.
Vit mugu eisini hugsa um, at hetta er eisini galdandi fyri alla Tórshavnar kommunu, men mest fyri Hoyvík, Kollafjørð, Argir og Nólsoy.
Eitt gott dømi um fyribyrgjandi arbeiði hjá Tórshavnar kommunu er Margarinfabrikkin, her er gjørt eitt megnararbeiði seinastu árini fyri børn og ung, serliga hugsi eg um “Street Teams”, sum hevur verið við til at fyribyrgja og minka kriminalitetin í Havn .
Vónandi stendur alt Tórshavnar býráð saman um at fyribyrgja á barna- og ungdómsøkinum í hesum krepputíðum.
Tað er hendavegin vit skulu hugsa, tí børn og ung er okkara framtíð. Eg fari at gera mítt til at verja hetta øki og vóni, at allir býráðslimir hjá Tórshavnar kommunu hugsa á sama hátt, nú vit noyðast at spara á øllum økjum í okkara kommunu.
Ja, nú er tíð uppá, at vit vera umhugsin og ikki spara eftir reyv, men vera fyribyrgjandi á barna- og ungdómsøkinum.
Levi Mørk, námsfrøðingur og býráðslimur hjá Tórshavnar kommunu