Vit mugu ikki niður

Flogbóltur: Vónbrotið lýsti av ungu andlitunum á KÍF-liðnum, tá dysturin á Toftum í gjárkvøldið var liðugur og KÍF samanlagt hevði tapt báðar upp- og niðurflytingardystirnar ímóti nýggja felagnum har, Ternuni.
– Eg haldi, at tað er ræðuliga keðiligt, um vit skulu flyta niður. Og eg haldi, at eg kann svara fyri okkum allar, at eingin av okkum tímir niður í 1. deild at spæla. Sjálvt um vit ikki hava vunnið nakað í ár, so hava vit veruliga kempað alt úr okkum í hvørjum dysti, segði Bára Johannesen, ið er ein av teimum yngstu á liðnum hjá KÍF.
– Vit hava gjørt alt fyri at klára hetta. Vit eru ungar, men hava veruliga uppiborið at verða verandi í Eik-liguni. Eg eri stolt av okkum, tí vit hava allar lært øgiliga nógv hetta kappingarárið, samstundis sum vit hava ment okkum so nógv, at tað er heilt ótrúligt.
Bára sigur, at nú vóna tær í KÍF, at besta kvinnudeildin verður víðkað upp í átta lið, so KÍF kann halda fram við at spæla krevjandi dystir og vera við millum tey bestu liðini.
– Tað hevði verið deiligt og gott fyri okkum, um vit kundu hildið fram í Eik-liguni, tí so kunnu vit læra okkum meira og hava ein kjans, heldur enn at skula kempa okkum aftur upp úr 1. deild. Og verða vit verandi í bestu deildini, fáa vit kanska tær aftur, sum nú spæla aðrastaðni. Tað vænti eg eisini, at vit fáa, sigur Bára Johannesen.