Klaksvík: - Samleikin hjá okkum er fortreytin fyri allari menning her norðuri, sigur borgarstjórin í Klaksvík, nú bert eitt ár er eftir til koyrandi verður undir Leirvíksfjørð.
Steinbjørn verður nevniliga tann borgastjórin, sum vegna Klaksvík fær tann stóra ? og sjáldsama - heiður at verða við, tá tunnilin letur upp, væntandi áðrenn norðoyastevnu í 2006.
Og hann, og alt býráðið eru fult greið yvir, at hetta verður ein stór avbjóðing fyri Klaksvíkina og klaksvíkingar.
- Vit hava tó ein ótrúliga sterkan samleika her norðuri sum klaksvíkingar. Og henda samleikan mugu vit fyri alt í verðini ikki missa, sigur hann.
Vinna enn meiri
Tá talan er um samleika, so vísir borgarstjórin serliga á tvey viðurskifti á hesi leið.
Talan er í fyrsta umfari um tann vinnuliga samleikan, har klaksvíkingar veruliga hava víst, hvat tað til siga at standa saman við váðafýsni og initiativi, tá á stóð.
Í øðrum lagi er tann ítróttarligi samleikin eisini sera sterkur millum fólkið. Hóast onkrir av leikarunum á bestu liðunum eru úr øðrum støðum, so er samleikin kortini tann sami sterki.
Nú skal so hesin samleikin standa sína roynd, tá koyrandi verður undir Leirvíksfjørð. Hetta er eisini ein stór avbjóðing fyri fólkið, og fer somuleiðis at geva teimum aðrar fortreytir og møguleikar at virka undir.
- Tí vit mugu ikki gloyma, at ferðslan verður ikki bara einvegis ÚR Klaksvík, men fer at ganga báðar vegir.
- Tunnilin fer ikki at føra við sær, at vit fara at missa nakað. Nei, vit fara heldur at vinna enn meiri, sigur borgarstjórin, sum samstundis kundi ynskt sær, at norðoyingar vóru enn betri gearaðir til broytingarnar við undirsjóvartunlinum.
Samstarv við grannar
Nýggi landsvegurin undir Leirvíksfjørð fer eisini at skapa øktar møguleikar á tí politiska økinum.
Klaksvíkar kommuna hevur longu biðið um størri samstarv við "grannakommunurnar" í Eysturoynni ? Leirvík, Gøta og Fuglafjørð. Og hagani hevur Klaksvíkar kommuna bert møtt vælvild.
- Vit hava nógv søgulig bond við hesi støðini, og tí hava vit í fyrsta umfari biðið um samstarv.
- At tosa um samanlegging av kommununum er alt ov tíðliga enn. Vit mugu fyrst samstarva fyri at byggja upp eitt álit okkara millum. Samanleggingin, - hon kemur í aðru rekkju, sigur hann.