- Vit eiga at lurta eftir fólki! Tað heldur Helena Dam á Neystabø, býráðslimur í Havn. Eisini hon meldar seg upp í kórið av býráðslimum í Havn sum eru farnir av ivast í um tað er rætt at byggja eina hitamiðstøð, har sum ætlanin er í Klingruni í Hoyvík, mitt í einum bústaðarøki og tætt við barnagarð. - Vit mugu geva okkum stundir at hugsa um málið av nýggjum.
Hon heldur, at býráðið hevur skyldu at lurta eftir borgar, sum hava so stóran ampa av hitamiðstøðini, tí øll hava krav upp á eitt reint og trygt umhvørvið. Tí eigur býráðið at taka spurningin um hitamiðstøðina upp til nýggja viðgerð í hesum sambandi.
Hon heldur, at hóast tað kostar einar 60 milliónir at flyta hitamiðstøðina, kann tað vera væl útgivnir pengar.
Les eisini: 60 milliónir at flyta hitamiðstøð
- Taka vit ikki røttu avgerðina nú, kann millumrokningin mótvegis borgarunum verða nógvar ferðir størri, sum frálíður, sigur hon. Hon sigur, at býráðið má eisini viðgera gjølligari, um hendan fjarhitaskipanin er ein framtíðartryggjað loysn, ella um leggjast skal á heilt annan bógv
Trýst á pílina undir myndini og hoyr Helenu Dam á Neystabø siga sína hugsan um ætlaðu hitamiðstøðina.
Les eisini: Hitamiðstøðin yvir á Sandvíkahjalla Les eisini: Hitamiðstøðin er ikki viðgjørd í býráðnum enn Les eisini: Eingin hitamiðstøð í Hoyvík |










