Vit mugu hjálpa vanligum fólki

 

Størstu fyritøkurnar hava metstór yvirskot men vanligi føroyingurin fær alsamt torførari við at fáa gerandisdagin at hanga saman

Tað verður vanliga fólkið, sum fær rokningina fyri fyri vánaliga fíggjarstýring, inflasjónini og syndarliga støðuna, heimurin er komin í, umframt at korona hevur herjað í tvey ár. Tað staðfesti Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi í formansfrágreiðingini á flokstinginum í morgun.

 

Tí heldur hann, at vit mugu eisini gera ein hjálparpakka til vanlig fólk!

 

Tær størstu fyritøkurnar, bankarnir og reiðaríini hava metstór yvirskot og vinningsbýti, meðan vanligi føroyingurin fær alsamt torførari við at fáa gerandisdagin at hanga saman segði hann. Her hugsar hann um kostnaðin av at seta búgv, umframt allar vanligar útreiðslur, sum eru á veg til himmals.

 

– Vit mugu krevja, at politikkur aftur verður fyri vanlig fólk. Vit hava tørv á politikki og hjálparátøkum til vanliga føroyingin og tey, sum eru mest sperd í gerandisdegnum og hava minst, segði Høgni Hoydal. Til dømis heldur hann,  at Løgtingið átti at fingið semju um ein pakka til vanlig fólk við hesum átøkum:

 

- At brennistuðulin til pensjónistar eigur at hækka. Hesin stuðulin kemur serliga teimum pensjónistum til góðar, ið einki annað hava enn fólkapensjón og samhaldsfasta.

 

– Eitt lønarlyft til lægstu lønirnar, sum vit hava havt uppskot um á tingi.

 

– At familjuískoytið eigur at hækka til familjur í fátækraváða.

 

– At fyritíðarpensjónirnar eiga at hækkast.

 

– At vit í eina tíð skulu loyva, at fyri lág- og miðallønt, kann partur av kravdu pensjónsuppsparingini gjaldast út sum løn – og at vansin av hesum fyri tann einstaka seinni kann javnast.

 

– At Bústaðir beinanvegin fáa heimild at byggja bíligari lutaíbúðir, ognaríbúðir og leiguíbúðir - umframt lestraríbúðir og lærlingaíbúðir. Og Bústaðir eigur eisini at fáa heimild at veita stuðul til fólk at byggja hús kring landið.