Tað verður helst neyðugt at koppaseta fólk tríggjar ferðir fyri koronur, tað endurgeva bæði CNBC og CNN, Albert Bourla, stjóra í Pfizer, fyri. Higartil hevur verið sagt, at fólk skulu koppsetast tvær ferðir, men nú sigur hann, at tað verður helst neyðugt at koppseta fólk eina ferð afturat, áðrenn eitt ár er farið fyri at styrkja immunverjuna. Og eftir tað verður tað eisini helst neyðugt at koppseta fólk á hvørjum ári fyri koronu, leggur hann afturat.
Hann sigur, at tey hava ikki fingið endaliga greiði á hesum, men eitt, sum fer at fáa stóran týdning, er hvørjir variantar av koronu fara at taka seg upp. Men hann sigur, at tað er heilt avgerðandi, at talið á fólki, sum kunnu verða smittað, verður so lágt, sum tilber.
Eisini stjórin í Johnson & Johnson sigur, at tað verður kanska neyðugt at koppseta fólk á hvørjum ári, akkurát sum fólk verða koppsett fyri influensu.
Granskarar vita ikki, hvussu leingi koppsetingin verjir ímóti koronu, men sagt verður, at vit eiga at fyrireika okkum upp á, at tað verður neyðugt at koppseta fólk fleiri ferðir.