Møguleikarnir hjá danska fótbóltslandsliðnum at sleppa við til EM-endaspælið næsta summar eru mest sum burtur eftir tapið fyri Spania leygardagin. Ein lítil møguleiki er, at Danmark vinnur sínar tríggjar seinastu dystir, og Spania tapir sínar tveir dystir.
- Møguleikin fyri at sleppa til endaspælið er sera lítil, men vit mugu gera okkara og vinna seinastu tríggjar dystirnar. Undur kunnu jú henda, sigur Morten Olsen, landsliðsvenjari við Ekstrablaðið.










