Nú eiga vit at steðga á eitt lítið sindur. Tað heldur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík.
Í gjár varð umfatandi dálking við plasti staðfest á Skálafjørðinum. Talan var um smáar ringar av plasti í túsundatali, ella millónatali, sum liggja og rekast í mølini, og í sjónum, og tað er so umfatandi, at fyribils hevur eingin hættað sær undir at fara undir ruddingina. Kortini hava sjálvboðin hentað upp í sekkir, og myndin gevur eina hóming av, hvussu umfatandi, dálkingin er.
Tórbjørn Jacobsen hevur ikki tosað við hinar báðar borgarstjórnar á Skálafjørðinum, borgarstjóran á Nesi og á Strondum, men tað fer hann at gera, so at teir kunnu hava eina felags støðu til málið.
Men tað eru kommunurnar, sum hevur evstu ábyrgdina av slíkum, og sjálvur heldur Tórbjørn Jacobsen, at nú eiga kommunurnar við Skálafjørðin at steðga eitt lítið sindur á.
– Løgreglan hevur tikið málið upp og roynir at finna út av, hvør hevur skyldina av dálkingini og eg haldi, at kommunurnar eiga at bíða til løgreglan er komin til eina niðurstøðu. Eydnast tað teimum at finna tann, sum hevur elvt til dálkingina, eigur viðkomandi eisini at rinda fyri upptakið.
Les eisini: Løgreglan leitar eftir teimum sum hava dálkað
– Dálkingin er rættiliga umfatandi, bæði í vavi og í vídd, tí tað er farið um allan fjørðin, so tað verður ein dýr søga at taka alt upp aftur, sigur hann.
Plastlutirnir, sum hava dálkað strendurnar, eru biofiltur at reinsa vatn við og borgarstjórin í Runavík heldur, at hetta er so mikið sermerkt, at tað átti at borið til at funnið dalkingarkelduna, tí tað kunnu ikki vera so nógv, sum brúka slíkt.
Men annars heitir hann staðiliga á tey, sum hava elvt til dálkingina um at gera vart við seg og at taka ábyrgdina á seg.
Her er talan um so stórar nøgdir, at hann fær tað illa at passa, at tann, sum eigur tað, ikki hevur saknað tað, heldur hann.
– Viðkomandi eigur at gera vart við seg, tí tað kann ikki passa, at tað skal vera skattgjaldarin í bygdunum á Skálafjørðinum, sum skulu rinda fyri upptakið, heldur borgarstjórin í Runavík.
Tað týdningarmiklasta er at taka alt upp aftur, men dálkarin eigur at átaka sær ábyrgdina, og gera vart við seg - áðrenn hann kemur í ta støðu, at løgreglan finnur út av tí heldur borgarstjórin.
Umframt dálkingina á Skálafjørðinum, er sama slagdálking staðfest fleiri aðrastaðni í landinum, bæði í Norðoyggjum, í Suðuroy og fleiri staðir á meginøkinum.