Vit mugu fáa fleksibilitet inn í fiskivinnuna

Myndugleikarnir brúka alt ov nógva orku til at byrgja inni ymsu skipabólkarnar í hvør sín kassa. Úrslitið er, at skipabólkar er fastlæstir í eini støðu, har teir ikki megna at tjena pengar. Tað sigur grannskoðarin Bjarni Arnason, sum mælir til nýhugsan í vinnuni

Bjarni Arnason hevur í mong ár greinað og samanborið roknskapirnar hjá føroysku fiskivinnuni. Aftur í ár kann hann staðfesta, at tað bara eru uppsjóvarskipini og stóru verksmiðjutrolararnir, ið tjena pengar. Aðrir skipabólkar, trolarar og línuskip, fáa ikki endarnar at røkka saman. Tó so gevur okkurt skipið yvirskot, men samlað sæð tjena hesir skipabólkar ikki pengar.
Ein felagsnevnari fyri uppsjóvarskipini og verksmiðjutrolararnar er, at báðir skipabólkar eiga sínar egnu kvotur at fiska. Harafturímóti fiska aðrir skipabólkar í størstan mun eftir fiskidagaskipanini.
- Felags fyri teir skipabólkar, sum tjena pengar, er at teir eiga sínar egnu kvotur. Hinvegin klára skipabólkarnir, sum fiska undir Føroyum í fiskidagaskipanini, seg illa, staðfestir Bjarni Arnason, sum millum annað tí heldur at ein kvotuskipan hevði verið betri fyri reiðaríini.
Men ein kvotuskipan klárar ikki einsamøll at venda gongdini hjá teimum skipabólkum, sum í dag liggja tungt í sjónum.
- Nærliggjandi er at loyva øllum føroyskum skipum at útvega sær veiðirættindi, har føroyskir myndugleikar hava ræði á fiskirættindum. At skipa eitt sonevnt ”opið føroyskt hav”, sigur Bjarni Arnason.

Opið hav
Hugtakið ”opið hav” brýtur við traditionellu hugsanina, har hvør skipabólkur hevur síni rættindi og sínar fiskileiðir. Eftir at hava roknað uppá modellið er grannskoðarin sannførdur:
- Tað er nærliggjandi at loyva øllum føroyskum skipum at útega sær veiðirættindi, alla staðni har Føoyar hava rætt til at fiska. Tað veri seg undir Føroyum, í Barentshavinum, undir Íslandi, á Flemish Kap og so framvegis, sigur Bjarni Arnason.
Grundtankin við hugtakinum ”opið hav” er, at leisturin kann taka hædd fyri sveiggjunum í fiskiskapinum.
- Tað gongur upp og niður við, hvussu fiskastovnar eru fyri a? ymsum leiðum, og veiðan er ymisk a? ymsum leiðum alt eftir a?rsti?ð. Tí vil eitt ”opið hav” hava við sær, at skip ikki eru tvungin at trároyna vánaligar leiðir, men kunnu skifta millum leiðir, alt eftir fiskiskapinum, sigur Bjarni Arnason.
Lyklaorðini eru umsetiligheit og fleksibilitetur.
- Tí hví skal til dømis eitt línuskip pr definitión vera fastlæst inni í ávísum kassum og frammanundan vera avskorið frá at royna leiðir, sum kanska kundu givið eitt gott avkast, spyr Bjarni Arnason.
Grundtankin í hugtakinum ”opið hav” er, at møguleiki skal vera hjá øllum at royna tær leiðir, sum kunnu geva pengar. Umsetiligheitin skal vera har.
Grannskoðarin er greiður yvir vandan fyri ógvusligari miðsavnan, har nøkur heilt fá, sterk reiðarí keypa upp øll rættindi.
- Jú, vandin er har. Men her er tað, at lóggávan eigur at koma til sín rætt. Politiskt ber til at lóggeva avmarkingar í samlaða ognarpartinum hjá einum reiðaríi, sigur Bjarni Arnason.

Virðisøking
Sambært Bjarna Arnason vil grundtankin í hugtakinum ”opið hav” skunda undir at fáa størri virðisøking inn í fiskivinnuna.
- Virðisøkingin má vera í fokus, tá fiskivinnan verður løgd til rættis, sigur Bjarni Arnason og nevnir aftur línuskipini sum dømi:
- Ímynda vit okkum, at trý frystilínuskip fingu loyvi at fara í Barentshavið at royna eftir toski, heldur enn ein verksmiðjutrolari, so vildi tað also givið eina munandi størri virðisøking fyri føroyska samfelagið, sigur Bjarni Arnason.
Í døminum verður roknað við eini kvotu á 6000 tons av toski, og at veiðan verður landað og virkað í Føroyum.
- Meðan virðisøkingin umborð á einum verksmiðjutrolara er umleið 39 milliónir, so hevði samlaða virðisøkingin umborð á teimum trimum frystilínuskipunum og á landi í Føroyum verið 108 milliónir krónur, sigur Bjarni Arnason og heldur fram:
- Tí eiga vit at leggja fiskivinnuna soleiðis til rættis, at hon hevur við sær størst møguligu virðisøking.
Bjarni Arnason er sannførdur um, at øll veiða eigur at vera løgd upp í Føroyum. Tí tað er lykilin til virðisøking.
- Men tað setir sjálvandi krøv um betri atgond til marknaðirnar. Og tí eiga myndugleikarnir sjálvandi at gera alt fyri at fáa í lag handilsavtalur við so nógv lond sum tilber, sigur Bjarni Arnason.

Tilfeingisgjaldið
Politiska skipanin hevur í fleiri ár umrøtt, hvør leisturin tann rætti at brúka, tá tilfeingisgjald ella –renta skal leggjast á fiskivinnuna. Higartil er svarið ikki funnið. Tí er tilfeingisgjaldið ásett við fyribilsloysnum fyri eitt ár í senn, og tilfeingisgjaldið er bara lagt á makrel- og sildafiskiskapin. Sambært grannskoðaranum Bjarna Arnason er økt umsetiligheit og fleksibilitetur ein fortreyt fyri eini varandi skipan við tilfeingisrentu.
- Eisini her letur hugtakið ”opið hav” upp fyri nýggjum møguleikum. Sleppur vinnan at skipa seg frítt og fiska, har tað best loysir seg, so ber eisini til at tosa um eina einfalda og varandi skipan við tilfeingisrentu, sigur Bjarni Arnason og heldur fram:
- Eitt tílíkt gjald eigur at vera einfalt og ”forútsigiligt”. Ein máti kundi verið at fiskivinnan rindar tað, sum tað nú kostar at umsita fiskivinnuna, og pengarnir verða kravdir inn sum kilogjald býtt út á tey einstøku fiskasløgini.