Vit mugu avmarka okkara mistøk

EB/Streymur hevur tapt 2 av teimum fyrstu 4 dystunum í ár, og seinast gjørdist tað til 3-4 tap á heimavølli ímóti NSÍ.

 

- Vit eru ikki nøgdir við okkara seinasta dyst. Vit gjørdu alt ov nógv mistøk, og tað mugu vit rætta uppá, um vit skulu við í toppin at stríðast um føroyameistaraheitið, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá EB/Streymi, undan týðandi dystinum ímóti Víkingi í kvøld.

 

Venjarin hjá Víkingi roknar við truplari uppgávu, men teir fara eftir sigrinum.

 

- Vit eru á heimavølli, og tí fara vit eftir sigrinum, men vit vita væl, at tað verður trupult at vinna hendan dystin, sigur Jógvan Martin Olsen.

 

Rás2 fer at siga frá brakinum í Gøtu í kvøld. Hilmar Jan Hansen fer at varpa út, Eyðun Klakstein verður viðmerkjari, og Eirikur í Jákupsstovu verður reportari kring vøllin. Sendingin á Rás2 byrjar klokkan 18.00