Vit missa 75 milliónir um árið

Avreiðingartølini fyri 2009 vísa, at árið í fjør gjørdist nakað lakari enn 2008. Samanborið við besta árið síðan ár 2000, er minkingin í virði meira enn 43 prosent.

Samlaða avreiðingarnøgdin varð nakað tann sama í fjør sum í 2009, meðan avreiðingarvirðið minkaði um 130 milliónir - úr 903 milliónum niður í 775 milliónir krónur.

Tað upplýsir Hagstova Føroya.

Eisini tá samanborið verður við seinastu 10 árini sæst, at avreiðingarvirðið í 2009 er tað lægsta hesi árini. Hetta tíðarskeið varð 2002 tað besta árið, tá avreiðingarvirðið nærkaðist 1,4 milliardum.

Tað er nærum 600 milliónir meira, enn avreitt varð fyri í fjør, og var avreiðingarvirðið í fjør, samanborið við 2002, heili 43,3 prosent minni.

Hetta svarar til eina minking á 75 milliónir árliga.