Leivur Harrysson gjørdist landsgrannskoðari 1. november í 1991, og hann var í hesum starvi fram til 31. desember í 2007.
Sveinur Tróndarson byrjaði at arbeiða hjá Grannskoðan Landsins í februar í 1992, og tað var, meðan Sveinur var í starvi hjá landsgrannskoðaranum, at Niclasen-fyritøkan í Sørvági rættiliga kom undir sjóneyku.
Í síni vitnisfrágreiðing í Føroya Rætti um tollmálið segði Sveinur, at landsgrannskoðanin meira hevði verið "skjalavending" fyri tíðina hjá Leivi Harrysson, men tá Leivur var vorðin landsgrannskoðari, varð meira farið út á eftirlitsvitjanir.
Hinvegin var tað av tilvild, at hesar eftirlitsvitjanir júst byrjaðu í Sørvági.
Týsdagin varð eisini Leivur Harrysson sum fyrrverandi landsgrannskoðari avhoyrdur sum vitni í Føroya Rætti. Hann endurtók tað, sum Sveinur Tróndarson áður hevur greitt frá.
Hann segði, at tá stovnurin var á ófráboðari eftirlitsvitjan á goymsluni í Sørvági, varð staðfest, at rættiliga nógvar vørueindir vórðu útflýggjaðar Niclasen-fyritøkuni - uttan tollavgreiðslu.
Leivur Harrysson segði, at eftir vitjanina í Sørvági varð ein frágreiðing skrivað, tí mett varð, at tolllógin var brotin. Frágreiðingin varð send tollmyndugleikunum og landsstýrinum við áheitan um at taka øll neyðug stig í málinum.
Hann segði, at Grannskoðan Landsins seinni fekk at vita, at málið var viðgjørt, men annars fingu tey onga kunning um tollmálið seinni. Tískil var landsgrannskoðarin ikki partur av málinum meira.