Kyndilskvinnur fingu ikki hálað sigurin heim ímóti Neistanum í kvøld. Tá bert fá sekund vóru eftir javnaði Eir M. Berg til 21-21, og neistakvinnur kundu fegnast um at hava bjargað sær eitt stig.
Kyndilskvinnur vóru annars á odda 10-8 í steðginum. Bára K. Hansen var toppskjútti hjá Kyndli við átta málum. Eir M. Berg gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við somuleiðis átta málum.
Aftaná dystin fekk frásøgumaðurin hjá Rás2, Hilmar Jan Hansen orðið á Christoffur Gert Nielsen, ið er annar av venjaranum hjá Kyndli.
Christoffur Gert Nielsen iðrar seg um, at kyndilskvinnur brendu ov illa, og harvið loyvdu neistakvinnum innaftur í dystin. Christoffur Gert Nielsen undirstrikar, at tað er týdningarmikið, at kyndilskvinnur eru tendraðar og klárar nú FM-finalurnar ímóti VÍF eru í hondum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuan Hilmar Jan Hansen gjørdi við Christoffur Gert Nielsen aftaná dystin.
Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við Kára Nielsen, venjara hjá neistakvinnum, Kára Nielsen hoyrist HER
Dystarendin, ið Hilmar Jan Hansen segði frá, og samanumtøkan hjá viðmerkjaranum, Claus Rasmussen hoyrast HER