Vit lovaðu onki, sum grundarlag ikki var fyri

Í sambandi við samrøðu við Sámal Petur í Grund, fyrrverandi landsstýrismann, um skotlandssiglingina, har hann fanst at Skipafelagnum, hava vit biðið Árna Joensen, stjóra á Skipafelagnum um viðmerkingar. Hansara skrivligu viðmerkingar eru hesar:

At Sámal Petur í Grund angrar sínar gerðir, er eitt privat mál, sum hann onga orsøk hevur til at draga onnur inn í.

Hann avgjørdi púra einsamallur og sjálvboðin at selja Teistan og harvið taka Smyril úr Skotlandssiglingini.

Sigur hann, at tað var eitt mistak, kann væl vera, at hann hevur rætt, men tað er ein óvanliga óbúgvin atburður í Sosialinum í gjár at brigsla øðrum avleiðingarnar av avgerðini.

Veruleikin er tann, at Teistin var seldur, og eitt norskt farmaskip sigldi fyri landskassans rokning og hevði siglt leingi, tá farið varð undir at greiða ta fløkju, sum sjálvráðuga framferð landstýrismansins hevði elvt á økinum.

Í tí sambandi settu vit ymisk uppskot fram, sum vit, um fortreytirnar hildu, mettu møgulig uttan framhaldandi ískoyti frá landskassanum.

Tað er beinleiðis ósatt at siga, at vit ikki hava hildið tað, vit lovaðu í samband við uppsøgnina av norska skipinum.

Tí vit lovaðu einki, sum fíggjarligt grundarlag ikki var fyri.

Norska skipið sigldi hóskvøld til Skotlands. Hesi sigling hevur verið hildið fram við uttan slit, og farleiðin hevur verið tøk síðani tá og nógv nýtt til útflutning av feskum flaki. Tí er tað heldur ikki satt, tá sagt verður, at møguleikarnir at flyta feskt flak um Skotland eru versnaðir, síðani Strandferðslan gavst.

Vetrarsiglingin hjá "Norrønu" tryggjar framhaldið av tveimum fráferðum um vikuna. Tað metti formaðurin hjá ráfiskakeyparunum herfyri sum eitt stórt framstig! Og teir trupulleikar, sum nýliga hava stungið seg upp, kunnu helst loysast við smávegis tillagingum, metir Strandferðslustjórin.

Hví skal fyrrverandi landsstýrismaðurin partú meina nakað annað? Og hví er tað so umráðandi hjá honum at leggja eftir fólki, sum ikki eiga minsta lut í hansara avgerðum?

Bert hann kennir svarið!

Hjá okkum øðrum líkist framferð hansara mest ósømiligari misnýtslu av einum álvarsmáli í strembanini eftir at sleppa framat aftur, at endurtaka tað mistakið í øllum málinum, sum mest grundir eru at angra: At tíggjutals milliónir á hvørjum ári vórðu søplaðar burtur í eini púra meiningsleysari kapping við føroyskt vinnulív, ístaðin fyri at verða nýttar til at menna innanlandaflutningin og halda kostnaðin á einum rímiligum støði.