Hvat fært tú dagin at ganga við?
- Beint nú eri eg á veg til Suðuroyar við Smyrli. Her havi eg 20 áseyðir og seks veðrar. Tað bindir meg til oynna, men hinvegin so búgva øll trý børnini í Havn.
- Hvussu sær framtíðin út hjá Suðuroynni?
- Vit liva í vónini, at framtíðin skal gerast betri enn støðan er í dag. Her eru góðar kreftir, sum kunnu fáa oynna upp aftur at standa til tað, sum hon einaferð var.
- Hvussu fer at ganga hjá VB í ár?
- Eg plagi at hyggja nógv eftir bæði hondbólti og fótbólti, og royni soleiðis at fylgja við sum best. Hjá besta mansliðnum í fótbólti er støðan tann, at teir hava mist nógvar góðar leikarar, men nýggir spælarar eru eisini komnir. Kappingin verður spennandi í ár, eingin ivi um tað. Í hondbóltinum kundi gingið betri í ár, men hinvegin so hevur Vágs Svimjifelag altíð staðið seg væl.
- Hvat heldur tú um at tit mistu miðnámsskúlan úr býnum?
- Eg hevði sjálvandi ynskt, at hann varð verandi her í Vági. Tað var keðiligt at hann fór úr býnum, men ein fær ikki altíð tað besta. So má ein taka til takkar við tí næstbesta.
- Fert tú uttanlands í summar?
- Vit hava ikki planlagt tað enn, men vit plaga at vera uttanlands. Vit vóru í Rom í 2004 og í Madrid í fjør, men annars hava vit fyri tað mesta verið í Danmark.
- Hvørjum vilt tú heilsa?
- Eg vil senda eina serliga heilsan til gummu mína, Johanna Maria Olsen í Vági (vanliga nevnd Hannemia). Hon verður 100 ár 17. mars!