Vit liva ikki av kontórum

FISKIVINNA - Eg haldi, at tað er gott at man viðger fiskivinnuna og spyr, um hvønn týdning hon hevur. Men eg skilji ikki, at man yvirhøvur kann seta spurnartekin við, um nøkur nytta er í fiskivinnuni, sigur 66 ára gamli Hans Petur Hansen úr Rituvík. Eftir hansara meting kann fiskivinnan aldrin gerast ein útreiðsla ella ónytta fyri samfelagið. - Eg meini so við, - tað er jú fiskivinnuni vit liva av.

Glyvrar: - Vit liva ikki leingi av at plússa hvørjum øðrum, sigur Hans Petur, ið siglir sum maskinmaður við føroyska sandbátinum “Havtindur” í norskum sjógvi.

Hann hevur nógvar royndir á sjónum, og er púra sannførdur um tann týdning sum fiskivinnan hevur havt, og framvegis hevur fyri føroyska samfelagið.

- Eg haldi, at ein alt ov ofta tosar forbí hvønn annan. Vit sum sigla kunnu sjálvandi vera ósamdir við serfrøðingarnar, men tað er viktugt at vísa á, at fiskivinnan er til stóra nyttu fyri samfelagið.

Mikudagin í farnu viku var hann farin sær ein túr oman í 26 fót stóra glasfipurbátin, ið liggur í bátahylinum á Glyvrum. Men hann gevur sær kortini tíð til eitt stutt prát um føroysku fiskivinnuna.

- Vit liva ikki av kontórum, sigur hann við einum brosi. - Tey skulu sjálvandi til, men tá tann staburin gerst ov stórur, so koppar alt. Og tað er júst tað sum er hent her hjá okkum.

- Tí er støðan sum hon er, slær hann fast.


Inntøka

Hans Petur hevur í síni tíð verið nógv á sjónum. Og tað er hann framvegis, bæði her heima og í norskum sjógvi.

Hann hevur í sínum 66 ára langa lívið verið við nógvum ymiskum sløgum av bátum og skipum. Og sjálvur dámar honum sera væl at fara á flot við báti sínum, Sigatindur, tá hann er heima millum túrarnar.

Í løtuni siglir Hans Petur sum maskinmaður við einum norskum báti. Og hann er langt frá tann einasti føroyingurin, sum fær sína dagligu inntøku við norskum skipum.

- Hetta fáa vit staðfest so javnan. Tí tað er ein øgilig rúgva av føroyingum sum arbeiða bæði á sjógvi og landi í Noregi.

- Tú hoyrir skipini rópa á havnirnar haryviri. Tá er tað rættiliga ofta, at ein føroyingur er á brúnni. Og tú kanst vera vísur í, at nógvir føroyingar eisini eru at finna niðri í maskinrúminum, slær Hans Petur fast.


Ein nytta

Á vinnustevnuni FAROEXPO í næstu viku fer ein annar maður hiðani úr kommununi, nevniliga fiskivinnufrøðingurin Petur Steingrund at halda ein fyrilestur um eitt av sínum hjartamálum.

Spurningurin, sum hann hevur fingið at viðgera er, um fiskivinnan er ein nytta ella um hon er ein ónytta. Hetta er ein spurningur sum uttan iva hevur stóran áhuga millum fólk á landi og millum tey sum hava sjógvin sum livibreyð.

Hans Petur er sjálvandi eisini áhugaður í hesum spurninginum, hóast hansara inngangsvinkul uttan iva er heldur øðrvísi enn tann hjá serfrøðinginum. Tí, sum hann sigur: - Eg skilji als ikki handa spurningin!

Fyri hann er eingin ivi um, at um einki verður framleitt, ja, so koyrir peningurin bara í ring, og einki nýtt kemur inn.

- Í míni verð má ein framleiða nakað fyri at fáa avlop.


Øvundsjúka

Hóast Hans Petur hevur havt sítt lív á sjónum, so dugir hann eisini væl at síggja, at vinnan á landi má laga seg til umstøðurnar og veruleikan.

Útróðrarmaðurin úr Rituvík legði sær væl í geyma orðini frá sjálvum landsbankastjóranum, Sigurd Poulsen sum hevur sagt, at vit kunnu klára okkum uttan fiskivinnuna í eini trý ár.

Løgmaður, Kaj Leo Johannesen var somuleiðis frammi í norskum miðlum og segði, at føroyska flakavinnan ikki var trimmað til avbjóðingarnar í dag, og fekk tí heldur ikki skapt tey neyðugu virðini.

Hansara spádómur var, at um ein trý ár var einki flakavirki her á landi, tí tann fíggjarliga støðan var so út av lagi vánalig. Framtíðin verður, at rávøran verður arbeidd umborð á skipunum, segði altso løgmaður.

- Tað er púra sikkurt, at vit mugu fara yvir til tað, har vit fáa mest burturúr. So má ein bara finna útav, hvat vit so skulu brúka øll fólkini í fiskivinnuni til, vísir Hans Petur á.

Ein máti er at fáa í lag fleiri ymisk sløg av framleiðslum, men tað er mangan so, vísir hann á, at fólk klandrast so illa og at øvundsjúkan mangan tekur tað seinasta.

- Hvussu ofta hava vit ikki upplivað tað, at onkur fær eitt gott hugskot til framleiðslu og sum viðkomandi síðani fremur í verki, - og eisini fær at bera seg fíggjarliga.

- Men tá eru tað beinanvegin onnur sum partú skulu gera tað sama, ístaðin fyri lata henda fáa frið at gera tað sum hann er góður til.


Effektiv

Hans Petur hevur frá ungum árum av havt við skip og bátar at gera. Og fyri hann - og teir gomlu - ráddi um, at fáa tað at mala runt fíggjarliga.

- Tað var bara soleiðis tá, at um ein fekk tað at ganga, so var tað fínt. Um tað ikki gekk, ja, so mátti ein bara lukka alt niður. Nú eksisterar tann hugsanin ikki longur.

- Í dag er tað heldur so, at ein skal lofta øllum ið hevur ilt við at bera seg. So er spurningurin um tað er tað rætta. Men tað eru sjálvandi nógvar meiningar um tað, vísir Hans Petur á.

Hóast hesi útlitini, er hann ikki í iva um, at vit mugu hava skip. Eitt skifti arbeiddi hann á landi sum “heimahjálp” hjá skipunum.

- Fyrr var tað so, at skipini komu inn at landa ein dag, tóku ís umborð, bunkraðu olju og riggaðu til tann næsta dagin, og fóru so avstað aftur tann triðja dagin.

- Tey lógu altíð inni hálvttriðja døgn ella so, men í dag er øðrvísi. Nú koma tey inn at landa kl. 8 og fara avstað aftur longu kl. 4, næstan óansæð hvussu veðrið er. So tú sært, at effektiviteturin er blivin so nógvar ferðir størri. 




- Petur er góður

Hans Petur Hansen siglir við sandbáti í norskum sjógvi. Her er skipanin, at teir eru úti í seks vikur og heima í seks.

Nú ið almenna ráðstevnan á FAROEXPO stendur fyri framman, hevur hann sæð, at fiskivinnufrøðingurin Petur Steingrund skal halda ein fyrilestur.

- Mær dámar væl Steingrund. Hann hevur eina øtiliga vitan, og hann er sera interessantur at lurta eftir, hóast vit ikki altíð eru samdir.

- Men liggur tað fyri, so vildi eg fegin hoyrt hansara meining, um fiskivinnan er ein nytta ella ónytta. Eg havi so mína meining um tað, sigur Hans Petur avgjørdur.