Vit liggja ikki á boðunum

- Her er ikki talan um avgreiðslumál. Bæði málini eru umfatandi og hava lógarásettar mannagongdir og tíðarfreistir, sum vit sjálvandi mugu fylgja, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sat á fundi alla morgun, men tað eydnaðist okkum kortini at fáa eina stutta viðmerking frá honum.

- Viðvíkjandi Miðlendi er tað at siga, at tað er ikki so ógvuliga long tíð síðani teir hava sent sína umsókn inn. Økið er eitt øki 7, sum tað verður nevnt, og tað er ikki bara sum at siga tað at broyta viðtøkurnar í hesum økjum. Millum annað eigur landið ein part av økinum og veðurstøðin stendur jú eisini har. Og í síðsta lagi skulu vit minnast til, at summarfrítíðirnar júst eru lidnar, sigur Heðin Mortensen.

Hetta er altso eitt mál, sum má taka ta tíð, tað tekur.

Viðvíkjandi Stórutjørn var málið sum so avgreitt, men so ynsktu eigararnir at broyta miðbýin í verkætlanini, og tað tekur tíð.

- Vit skulu minnast til, at talan er um serstaka byggisamtykt, og tað er ikki bara sum at siga tað at broyta slíkar. Fyrst hava vit tríggjar vikur freist at kunngerða, at broytingar verða gjørdar í byggisamtyktini, og síðani skal broytingin liggja alment frammi í tríggjar mánaðir, har almenningurin hevur møguleika at kæra um broytingarnar. Tá allar hesar treytir eru uppfyltar, verður málið sent til landsstýrið til avgreiðslu. Og málið er um at verða avgreitt frá okkara síðu, sigur Heðin Mortensen.

Av tí at borgarstjórin hevði so ringa tíð, venda vit aftur til málið í blaðnum í morgin við enari meir gjølligari frágreiðing.