Formaðurin í Felagnum Nótaskip heldur, at russar fáa alt ov nógvan svartkjaft fyri toskin í Barentshavinum næsta ár Felagið Nótaskip heldur, at russar fáa minst 2.000 tons ov nógv av makreli og 20.000 tons ov nógv av svartkjafti, nú Føroyar og Russland hava gjørt sáttmála um fiskirættindini næsta ár.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur sagt, at sáttmálin við russar er í mangar mátar ein góður sáttmáli. Men tað heldur formaðurin í felagnum Nótaskip, Kristian Martin Rasmussen, ikki.
-Sjálvandi eiga vit at lata fyri at fáa kvotur í Barentshavinum, men tað skal valdast, sigur Kristian Martin Rasmussen við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Hann vísir á, at seinastu fimm árini er Russland farið úr 34 prosentum av allari føroysku makrelkvotuni upp í 46 prosent næsta ár. Hann sigur, at vinnan var hoyrd og spurd, men at hennara sjónarmið vunnu ikki frama.
Kelda: Kringvarpið