Skulu vit taka flóttafólk til Føroya? Og siga vit ja til tað, hvussu nógv flóttafólk skulu vit taka higar. Og skulu vit sortera, so at vit ikki fáa muslimsk flóttafólk til landið.
Alt hetta eru spurningar, sum hevur verið heitasta kjakevnið í Føroyum síðani á nýggjárinum, tá ið løgmaður helt sína umstríddu røðu, har hann gjørdi seg til talsmann fyri, at eisini føroyingar taka sín part av ábyrgdini á seg og hjálpa flóttafólkum.
Eisini løgtingið hevur umrøtt spurningin fleiri ferðir. Og seinast spurningurin var til viðgerar, staðfesti Gerhard Lognberg, tingmaður fyri Sambandsflokkin, at eftir hansara tykki eiga vit at hjálpa neyðstøddum fólkum so væl sum tilber – har tey eru. - Eg havi míni ivamál við at taka muslimsk flóttafólk til Føroyar, tí eg síggi ein vanda fyri, at vit kunnu enda, sum vit sæð, at tey eru endað í Fraklandi og í Danmark í seinastuni, sigur hann. hann er greiður yvir, at hetta ljóðar eitt sindur tvísiðakent, men hann heldur, at vit eiga at læra av øðrum. Hann sigur, at hann var í Svøríki í áttatiárunum og vitjaði beiggja sín, og konu hansara, sum búðu har. Har sá hann nógvar tilflytarar og teir flestu tosaðu ikki svenskt, men arabiskt.
Hann heldur eisini, at undirtøkan, høgravendir politikarar hava fingið, vísir, at fólk eru bangin og ónøgd.
Hann vísir eisini á, at hesi flóttafólk fáa nógv børn, kanska 10, men vit fáa kanska tvey. Tí kunnu tey hava tikið okkum á bóli, aðrenn vit vita av, heldur tingmaðurin.
Gerhard Lognberg heldur, at tað er øðrvísi við kristnum flóttafólkafamiljum. Hinvegin staðfestir hann, at tað er eisini nógv í Føroyum, sum treingja til hjálp, og at vit eiga eisini hjálpa teimum. |