Vit kunnu venda gongdini í Suðuroynni

Jacob Vestergaard
Akrar


Støðan í Suðuroynni hevur verið ovast á skránni seinastu dagarnar, eftir at Framtaksgrunnurin valdi at steðga virkseminum á fiskavirkjunum í Hvalba og í Vági, og 89 fólk mistu arbeiði.

Ikki tí, útjaðarin hevur verið á skránni longi. Vit hava soleiðis havt nevndir/arbeiðsbólkar sum hava viðgjørt støðuna, og eru niðurstøðurnar at lesa í m-ø. Útoyggjaálitinum og Økismenningarálitinum. Økismenning hevur somuleiðis verið á skránni í blaðskriving og í politiska kjakinum.

Niðurstøðurnar eru greiðar. Útjaðarin má takast meira við. Fyritreytirnar fyri at búleikast í útjaðaranum mugu javnstillast við møguleikarnar í miðstaðarøkinum.

Við einum vælskipaðum samfelag, við javnbjóðis møguleikum allastaðir, fáa vit eitt enn betur samfelag, øllum borgarunum í landinum at gagni. Ongin kann verða tjentur við, at partar av landinum, í hesum førinum Suðuroyggin, bløðir burtur.

Hetta hevur politiski mynduleikin sæð, og hevur tikið tung tøk fyri at fáa útjaðaran við. Vágatunnilin, Norðoyatunnilin, Teistin, Smyril, ferjulegur á Syðradali og Trongisvágsfjørði, tunnil til Gásadals og skjótt tunnil Hov-Øravík v.m. eru talandi dømir um tað.

Fast samband gevur serliga góðar umstøður, og kunnu møguleikarnir hjá Vágoynni og skjótt Norðoyggjum tí ikki samanberast við møguleikarnar í Sandoynni og serliga Suðuroynni. Í hesum sambandinum kann nevnast, at útoyggjarnar eru í einari serligari støðu, ørvísi enn Sandoyggin og Suðuroyggin, og mugu tí viðgerðast fyri seg.

Politiski mynduleikin má tí fylgja økismenningini upp, serliga viðvíkjandi Sandoynni og Suðuroynni. Hvat skal til í Sandoynni vita sandoyingar betur enn eg, og skal eg tí halda meg til Suðuroynna.

Fyri at suðuroyingar, ja allir føroyingar, skulu fáa gagn av íløgunum sum framdar eru/verða í Suðuroynni, mugu vit fáa Suðuroynna upp á sama støði, sum restin av landinum.

Í hesum sambandinum kann eg ikki lata vera við at nevna kommunusamanlegging, sum eg metið verða avgerandi, fyri at vit kunnu venda gongdini.

Tað verður nógv tosað um, at Suðuroynni tørvar hjálp, og satt er tað, men fyri at vit kunnu verða før fyri at móttaka "hjálp", hvør hon so verður, mugu vit fyrst finna útav at "hjálpa okkum sjálvum".

Fyri at møgulig "hjálp" skal verða til gagns fyri alla Suðuroynna, og koma okkum øllum tilgóðar, mugu vit gera okkum tilreiðar at móttaka "hjálpina", og tað gera vit einans við at leggja kommunurnar í Suðuroynni saman, so Suðuroyggin verður ein samansjóða eind.

Við Suðuroynni sum einari sterkari kommunu, samanhildi við ætlan landstýrisins um at leggja fleiri uppgávur til kommunurnar, høvdu vit fingið væl av tiltrongdum almennum arbeiðsplássum til Suðuroynna, og kundu á tann hátt verið við til at vent gongdini.

Løgting/landsstýri høvdu tá havt ein lokalan mynduleika at samskift við og ikki sum nú, 7 ymiskar, sum hava trupult við at draga eina línu. Kjakið um miðnámsskúla, heilsuskúla og ellisheim í Suðuroynni er talandi dømi um trupuleikar, sum vit sjálv kunnu gera nakað við.

Eg vil tí heita á borgastjórarnar í Suðuroynni, sum komandi vikuskifti skulu møtast at viðgera støðuna í Suðuroynni, um at síggja veruleikan í eyguni, og taka stig til samráðingar um kommunusamanlegging, har øll Suðuroyggin verður ein kommuna.

Tá vit hava skipað viðurskiftini betur á kommunala økinum, ivist eg onga løtu í, at løgting og landsstýri vísa okkum tað neyðugu vælvildina, so vit verða javnstillaðir við almennum arbeiðsplássum, havandi í huga áður nevndu íløgur í samferðslukervið.

Við einari kommunu kundu vit eisini hjálpt betur til á vinnuliga økinum. Vit høvdu tá staðið saman sum ein, og skapt neyðugu karmarnir um alla oynna.

Her mugu vit eisini læra at "hjálpa okkum sjálvum" og fyrst brúka tær tænastur vit hava í Suðuroynni, áðrenn vit fara aðrastaðir, umframt at vit kundu valt okkum samstarvspartnarar á ymiskum økjum, sum vóru sinnaðir til at stuðla uppundir vinnulívið í Suðuroynni.

Neyðugt er at gera støðuna upp á vinnuliga økinum, kanna møguleikar, og gera ætlanir fyri framtíðina. Hetta kundi land og kommuna staðið fyri í felag.

Vónandi fylgir Framtaksgrunnurin ráðunum frá "serfrøðingunum" og einskiljir Fiskavirking, so suðuroyingar, møguliga saman við øðrum, fáa møguleikan til at nýta flakavirkini sum Framtaksgrunnurin eigur á Tvøroyri og í Vági.

Tankin um at suðuroyingar, møguliga saman við øðrum, í einum felag, stóðu fyri allari fiskaframleiðsluni í Suðuroynni, er áhugaverdur og átti ikki at verið so fjarður.

Hóast vit eru á markinum, har tað kann verða trupult at venda gongdini, hava vit, sum nevnt, møguleikar sjálv at gera nakað við tað. Tað er tí avgerandi neyðugt, at vit taka av hesum møguleikanum og "hjálpa okkum sjálvum" fyrst og fremst, tí so fáa vit neyðugu hjálpina frá øðrum eisini.