Vit kunnu slett ikki liva við hesum

Tað er eingin ivi um, at her skal okkurt henda, sigur Heðin Mortensen

- Tað er eingin ivi um, at kommunurnar í Føroyum skulu hava meiri pengar frá landinum fyri at hava yvirtikið eldraøki.

 

Tað ger Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og formaður í Kommunufelag Føroya.

 

Í seinastuni hava vit skrivað um tvey eldraøki í landinum, sum eru komin í rasshaft av at hava yvirtikið eldraøkið, tí tað er nógv dýrari enn mett, og samstundis vísir tað seg, at endurgjaldið frá landinum røkkur verri enn so ikki til, hóast landsstýrið lovaði, at kommunurnar skuldi fáa fult endurgjald fyri at yvirtaka eldraøkið.

 

 

Les eisini: Ein vanlukka fyri Tórshavnar Kommunu

 

 

Heðin Mortensen sigur, at hetta er ein veruleiki, kommunurnuar slett ikki kunnu liva við, og tí skal tað takast upp.

 

Og tað ber væl til, tí eftir avtalu við undanfarna lanndsstýri var, at tá ið hetta árið er farið, skal skipanin við at leggja eldraøkið undir kommunurnar, endurskoðast.

 

Og formaðurin í kommunufelagnum, sigur, at tað eru fleiri viðurskifti, sum skulu fáast í rættlag.

 

Eitt er, at avtalan ímillum kommunurnar og landsstýrið, er ikki eitt undirskrivað skjal. Sostatt er landsstýrið í roynd og veru ikki bundið av nakrari avtalu.

 

Eini onnur viðurskifti, sum skulu fáast í rættlag, er, at fáa tað fíggjarliga endurgjaldið frá landinum til kommunurnar í ta røttu leguna.

 

Sum støðan er nú, fáa kommunurnar fleiri milliónir ov lítið í endurgjaldi frá landinum.

 

Heðin Mortensen sigur, at eitt, sum ger seg galdandi, er, at útreiðslurnar fyri at halda bygningar og stovnar, er ikki við í endurgjaldinum frá landinum.

 

Hann sigur, at fyrsta útspælið frá landsstýrinum var, at kommunurnar skuldu fáa 132 milliónir fyri at yvirtaka eldraøkið. Tað endaði við at kommurnar fáa 445 milliónir krónur.  

 

- Men tað manglar í, at vit fáa tað at mala runt og tí er ongin ivi um, at málið skal takast upp aftur nú, sigur hann.

 

Hann leggur afturat, at ein máti kann vera at leggja eldraøki saman í størri øki, ella at eldraøki samstarva fyri at gagnnýta stórrakstrarfyrimunir.

 

- Sostatt kunnu summi øki leggja seg eftir ávísum greinum í eldrarøktini,  samstundis sum at tað fakliga umhvørvið hjá starvsfólkunum verður sterkari og vitanarspjaðingin verður lættari.

 

- Úrslitið av tí kundi eisini verið, at kommunurnar vórðu knýttar tættari saman, leggur Heðin Mortensen afturat.