Tá lutakastið til komandi EM-undankapping var á skránni, fegnaðust flest øll um frálíka úrslitið. Vit komu í bólk við stórlondum sum Italia og Frakland.
Nú HM-kappingin líður móti endanum, hava vit alla orsøk til at fegnast enn eina ferð. Sum støðan er júst nú, er stórur møguleiki fyri, at vit møta einum møguligum heimsmeistara. Og um heilt væl veit við, kunnu vit møta bæði heimsmeistara og varaheimsmeistara, tá vit fara at kappast um luttøku til komandi EM-endaspælið.
Sjálvandi er eisini tann møguleikin til staðar, at hvørki Frakland ella Italia kemur í finaluna. Hetta broytir tó einki á ta sannroynd, at tey framvegis teljast millum fýra tey bestu londini í heiminum í løtuni. Tað bara í sjálvum sær er framúr fyri okkum føroyingar.
Tað vóru Torleif Sigurðsson og aðrir góðir menn, sum fingu Føroyar upp í altjóða fótbólt í 1990. Mótstøðan var hørð frá fleiri síðum, og tað vóru tey, sum hildu at tað einasta føroyingar fingu burtur úr hesum var, at vit gjørdu landið so dyggiliga fyri skommum. Men vit hava síðan tá fingið sjón fyri søgn, og tað ber illa til at siga í dag, at so er. Men hvat heldur Torleif Sigurðsson nú, Føroyar standa fyri tveimum teimum størstu avbjóðingunum, vit nakrantíð hava havt í fótbóltshøpi?
Fyrsti altjóða dysturin, vit nakrantíð spældu, var minniligi dysturin ímóti Eysturríki í Landskrona. Henda dystin liva vit enn uppá, hóast tað nú eru 16 ár síðani. Men hvussu ber tað til, at ein sovorðin dystur fyllur so nógv í fótbóltshjørtu okkara?
Síðani tá hava vit fingið nógv heiðurlig úrslit, men tó ongantíð skapt somu sensatiónina og koppað einum eins stórum stórveldi. Men hava vit tann møguleikan aftur nú, vit møta Italia og Fraklandi?
Heiðurligu tapini, vit so ofta práta um, eru ofta komin, eftir vit hava hildið tætt í nærum allan dystin, men síðani missa vit ofta í allar, allar síðstu løtu. Besta dømi er helst dysturin móti Týsklandi á Tórsvølli, har tað bert restaði ein minuttur, tá Miroslav Klose skoraði. Og so var tað í Hannover, at Hjalgrím Eltør brendi sín lívskjans, tá hann sendi bóltin fram við Oliver Kahn. Bólturin slikkaði stongina, áðrenn hann fór út. Hevði Hjalgrím skorað tá, høvdu vit óivað fingið javnleik, men so var ikki. Hvussu ber tað til, at vit so ofta tveita alt burtur í allar, allar síðstu løtu?
Sum sagt, so verða Italia og Frakland millum mótstøðulið okkara í komandi EM-undankapping. Men hvussu fáa vit sum mest burtur úr hesum dystunum bæði ítrottarliga og hvat marknaðarføring og øðrum viðvíkur?
Á teimum báðum næstu síðunum varpa vit ljós á hetta ótrúliga senario og fáa svar upp á allar hesar spurningarnar. Vit hava fingið ymsar viðmerkingar frá fólki við hvør sínum tilknýti til fótbólt og landsliðið.










