Vit kunnu liva uttan nýggjar tunlar norður um Fjall

- Politikkur er ikki bara tunlar. Tað eru so nógv onnur ting, sum politikkarar mugu taka atlit til í samfelagnum, sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, sum ilskast um, at alt er blivið tað bera tunnilsprát.

 

Hann heldur, at tingmenn nú eru farnir at egna við tunlum í eini roynd at blíva afturvaldir. Løgtingsval verður í seinasta lagið á heystið 2019.

 

Les eisini Sjálvt løgmaður farin upp í kórið

 

- Alt tað politiska kjakið í dag snýr seg so ella so um tunlar ella tað, sum hevur við tunlar at gera. Landssjúkrahúsið bað um eina eykajáttan á 10 milliónir. Tá var man so pírin at man kláraði við neyð og deyð at játta 10 milliónir. Nú er tað bara tunlar, tað snýr seg um, sigur Jóannes Eidesgaard.

 

- Tí trúgvi eg, at veljarin innast inni skilir, at hetta er meiri eitt spæl fyri at tekkjast veljaranum enn reellur politikkur, har man tekur samfelagsviðurskifti upp, sigur fyrrverandi løgmaðurin.

 

Jóannes Eidesgaard harmast um, at tað tykist sum um at sjálvt løgmaður er farin at tosa um at gera tunlar, men sjálvur heldur hann ikki, at tað er rætt at fara undir at gera nýggjar tunlar norður um fjall í løtuni.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Jóannes Eidesgaard á FM 1 í dag.