Vit kunnu ikki steingja bústaðin hjá fólki

Almannaverkið situr nú og roynir at fáa kabalina at ganga upp, nú námsfrøðingarnir fara í verkfall leygardagin

 

Í kvøld hevur leiðslan í Almannaverkinum havt fund um, hvat tey skulu gera, nú Pedagogfelagið hevur hert verkfallið.

- Eg kann ikki útilokað, at vit mugu stongja onkran stovn, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.

 

Hann sigur, at hetta er ein stór avbjóðing hjá teimum, og avbjóðingin er eitt sindur annarleiðis enn hjá t.d. Landssjúkrahúsinum ella dagstovnunum.

- Vit eiga 71 matriklar, og í mongum førum er talan um bústaðin hjá fólki. Fleiri av borgarunum eru ikki førir fyri at flyta seg ella verða fluttir, so vit mugu hava fólk til arbeiðis á nógvum av stovnunum, sigur hann. Avbjóðingin er so at leggja kabalina, so at hon gongur upp uttan námsfrøðingarnar.

 

- Vit hava tíðina í kvøld, í nátt og næstu dagarnar, til at leggja kabalina, sigur hann.