Vinjard Johansen, varamaður á løgtingi
Fyrst velir man at taka fiskidagar, síðani loyvir man ov nógvum førum inn í bólkarnar, og um hetta ikki var ovboðið, verður nú tosað um at steðga toskafiskiskapinum!
Fiskivinnan er sum kunnugt okkara høvuðsvinna, og okkara einasta bein at standa á sum eitt samfelag. Hetta sæst púra klárt á okkara útflutningstølum, sum vísa á at heili 95% av tí ið verður útflutt, er fiskur.
Tá ið landsstýrismaðurin Bjørn Kalsø legði uppskotið fram um vinnuligan fiskiskap ólavsøkudag 2006, vildi landsstýrismaðurin halda seg til ásetingarnar í lóguni, at varðveita tilfeingið, og at gagnýta hetta á skilagóðan hátt, bæði lívfrøðiliga og búskaparliga.
Vit kunnu skjótt koma ásamt um at tað er sera umráðandi at vit gagnýta okkara tilfeingið á best møguligan hátt, og at tað verður hugsað bæði lívfrøðiliga og búskaparliga. Men hóast hetta, kann eg ikki vera samdur við landsstýrismanninum, tá hann enn einaferð vil minka um fiskidagatalið.
Hetta kemur av tí, at eg meti at tað fer at ávirka búðskapin ov nógv, tá hugsa verður um at skipini missa fleiri og fleiri dagar.
Ígjøgnum tey seinastu árini hava vit sæð talið á fiskidøgum minka støðugt, men harafturímóti, bólkarnar vaksa. Fyri at taka eitt dømi, kunna vit nevna bólk 3, ið eru línuskip yvir 110 tons.
Her hevur man sæð, at skip eru kroyst inn í bólkin við loyvum frá landsstýrismanninum, uttan at tað hevur verið hugsa, um ávirkanina hetta hevur við sær. Í bólki 3, eru pláss fyri 19 ella 20 førum, men talið á førum er komi heilt upp á 26.
Tað mátti ikki verið so torført at sæð, at hevur man eitt stykkið til tveir seyðir, ber ikki til at seta heilar 10 seyðir inn á stykkið, tí so er ikki matur til allar, og teir doyggja burturav. Hetta er júst tað man kann kom út fyri, við at taka fleiri fiskidagar burtur.
Enn hava skip kunna keypt fiskidagar, og eg vil vera við, at um hetta ikki hevði verið ein møguleiki, so stóð nokk ikki væl til hjá nógvum skipum. Tað má verða skil á døgum í mun til tey før man loyvir inn í bólkin. Nú er tíbetur steðga við at geva fleiri skipum loyvi at koma í bólkin. Í seinastuni hevur enntá verið tosað um at minka bólkarnar aftur, men hetta fer at ber illa til tá ið man er komin út í hesa skipan. Hetta man nokk verða røddir sum vilja út aftur í upphøggingarstuðulskipanina, ið var fyrr.
Næsta stigið, eftir tilmælið frá ICES, er nú at steðga øllum toskafiskiskapið, tí man vil vera við at nøgdin av toski er minkað. Hetta er júst tað sama vit hoyrdu og sóðu í 90-unum, har felagsskapir sum ICES, vildu mest sum hava allan fiskiskap steðgaðan, av ovurfisking. Men minnist eg rætt, gingu tað ikki meira enn 3 ár til stovnarnir vórðu so stórir sum ongantíð fyrr. Tá stóðu mest sum allir felagskapir spyrjandi, tí teir visti ikki hvussu hetta kundi bera til.
Skil meg rætt, hervið verður ikki mælt til at vit skulu ovurfiska, nei, tað eg vil siga við hesum er at tað sjálvandi ræður um at fara væl við náttúruni, men samstundis við atliti til búskapin, ið er tengdur at fiskiskapi.
Fiskiskapurin er okkara drívmegið, og uttan hesa drívmegið kunnu hinar tænastunar ikki virka 100%, tí at fiskivinnan er okkara størsta inntøka.
Í Dagur & Viku, úttalaði landsbankastjórin seg um at man skuldi steðga øllum toskafiskiskapið fyribils.
Eg meti tað vera sera óheppið at úttala seg soleiðis, tá man sum landsbankastjóri, veit líka væl sum øll onnur, at vit hava 26 skip við manning uppá 14 í línuflotanum, íalt 394 familjur, og harafturat allan útróðrarflotan. So talan er um nógv húskir tilsamans í Føroyum sum fara at missa inntøku um hetta ið er umtala verður sett í verk. Hetta fer heilt víst at merkjast í búðskapinum, tá øll hesi fara at banka uppá hjá ALS um hjálp.
Eg farið tí at tilmæla at lata toskafiskaríði ganga sína gongd, og at lata skipini eiga dagarnar teir hava fingið sum teir ikki brúka, enn at teir skulla missa teir.
Eg haldi at nú er tíðin komin til at vit muga fáa skil á hvat viðvíkir fiskiskæpinum undir Føroyum.