Vit kunnu fáa ódnarveður í nátt

Nógv munnu hugsa um veðrið eitt kvøld, sum í kvøld, tá útlit eru til orkan. DMI sigur, at í nátt verður hann umleið vestan í ættini, og onkustaðni verður møguliga orkan. Men, sum náttin líður, minkar hann vindin aftur.

Tað verður tjúkt í veðrinum við regni og kanska heglingsælingi.

Hitin fer at liggja um tvey stig, og tá kann eisini roknast við krapa og hálku í støðum, tá morgindagurin kemur.

Tíðliga í morgin verður heldur minni vindur av vestri ella útnyrðingi, men roknast kann við hvirlum.

Seint í morgin verður skiftandi veður, men minni vindur, og fríggjakvøldið verður eftir øllum at døma aftur líkinda veður.

Sum skilst, kemur hann av suðri í annaðkvøld, og hitin fer at liggja um eini 5 stig.

Kelda til henda tíðindastubban er www.dmi.dk