- Vit komu ikki í gongd

Venjarin hjá VÍF, Dia Midjord, var sera vónbrotin um steypaósigurin, og hann vil ikki brúka missin av Inga Olsen sum orsøk til ósigurin.

Tað eydnaðist ikki Dia Midjord og hansara monnum í VÍF at vinna steypafinaluna leygardagin, og tað harmaði venjaran almikið.
Vit spurdu Dia, hví VÍF ongantíð av álvara fekk spælið hjá sær at koyra.
- Eg veit ikki heilt. Vit missa Inga, men vit eiga at kunna spæla okkara spæl uttan hann. Vit standa ikki nóg væl í verjuni, og teir koma til alt ov nógv bílig mál, sum teir ikki skulu fáa, sigur Dia Midjord.
Ofta verður sagt, at málverjarnir hava stóran týdning í einum dysti, og hetta helt Dia eisini var galdandi í finaluni leygardagin.
- Marian stendur ein fantastiskan dyst í málinum hjá teimum, og hann hevur fleiri bjargingar, tá ið vit annars eru um at fáa fatur á teimum aftur. Samstundis haldi eg ikki, at okkara málverjar standa meiri enn ein miðal dyst, og tað kann verða munurin millum tvey lið, sigur Dia Midjord.