Vit komu í gomlu dansistovuna

»Minderne har man da lov at ha’, dem kan du aldrig, nej aldrig ta’«, sang danska sangarinnan, Live Weel, á sinni.

»Minderne har man da lov at ha’, dem kan du aldrig, nej aldrig ta’«, sang danska sangarinnan, Live Weel, á sinni.

 

Fyri fáum mánaðum síðan tók 67 ára gamli føroyski útisetin, Erhard Olsen, stig til at seta á stovn ein facebook-bólk undir heitinum »Vit komu í gomlu dansistovuna á Strondum«.

 

Erhard sigur, at hann hevur nógv góð minnir úr sekstiárunum. Dansistovan á Strondum var staðið, ið var »in« tá á døgum.

 

Har var lív í, og fólk úr øllum krókum á Skálafjørðinum leitaðu sær hvørt vikuskifti til Strendur at dansa.

 

Tónleikabólkurin Tónlist, ið hevði Beatles-status, spældi, og hvørja ferð var sum sild í tunnu í lítlu dansistovuni.

 

Í áttatiárunum gav Tónlist út eitt kassettuband við góðum gomlum landaplágum. Teir seldu um 8.000 eintøk. Havandi í huga, at 13.000 húski vóru í Føroyum tá, er lítil ivi um, at hetta er met í føroyskari tónleikasøgu.