Jyllands-Posten visti í gjár at siga, at umhvørvisverndarfelagskapurin Sea Shepherd fyrireikar tiltøk mótvegis donskum vørum. Hetta sum mótmæli í móti føroyska grindadrápinum.
Paul Watson og hansara She Shepherd Conservation Society ætla við herferðini ímóti donskum virkjum og útflutningsvørum at tvinga donsku stjórnina at noyða føroyingar at gevast við grindadrápinum. Watson sigur við danska blaðið, at tá danir loyva drápinum, so hava teir felags ábyrgd.
Tiltøkini eru fyribils vend mótvegis donskum útflutningi til Týsklands, men eisini í móti Legoland í Billund og nýggju parkini í Carlsbad í California. Tiltøkini í Billund verða serstakliga sett í sambandi við týsk ferðafólk.
Knúsa føroyingar
Fyri stuttum gjørdi stóra týska handilsketan Aldi av, at gevast við at selja danskar fiskavørur. Eisini varð hugsað um føroyskan fisk.
At Sea Shepherd soleiðis leggur eftir donskum vørum í Týsklandi, er tilætlað, tí forbrúkararnir har verða mettir at teljast millum teir mest politisku og tilvitaðu í Europa. Altjóða leiðarin í Sea Shepherd, Lisa Distefano, sigur tó, at fleiri lond fara at koma uppí tiltøkini, um grindadrápini halda fram.
- Føroyar eru bert klettar í Atlantshavinum. Vit knúsa teir. Tað kann taka eitt ella tvey ár, men vit fáa okkara vilja, sigur Lisa Distefano.
Jyllands-Posturin nevnir Paul Watson sum tiltiknan í søguni um altjóða umhvørvisvernd. Hann fór úr Greenpeace, tí felagsskapurin var íkki nóg víðgongdur og harðligur. Síðani hevur felagsskapur hansara søkt 9 hvalabátar í Noreg, Íslandi, Portugal og Spania. Hann gekk eisini á odda fyri ansvekjandi tiltøkunum í móti nósadrápum í Canada, ið rakti grønlendska útflutningin av kópaskinni hart.
Jyllands-Posturin greiðir frá, at føroyingar hvørt ár reka hval inn á strondina, fyri síðani at drepa teir við knívi. Umhvørvisfelagsskapir hava í mong ár mótmælt blóðuga og umstrídda siðinum, men nú eru fyri fyrstu ferð eyguni vend mótvegis Danmark.
- So leingi hetta heldur fram, koma danir at gjalda, sigur Lisa Distefano avgjørd við Jyllands-Posten.
(Lesið eisini viðmerking frá Kate Sanderson, Føroya Landstýri)