Mørkini millum kommunurnar í Eysturoynni broyast í morgin, tá Oyndafjørður hevur valt síðu.
Men grannakommunurnar hjá Oyndafirði: Elduvík, Gøta og Leirvík hava ikki ætlanir um leggja saman við aðrari kommunu.
Fuglafjarða Kommuna er ídnast eftir at finna sær makar. Í Fuglafjarða Kommunu búgva 1591 fólk og kommunan strembar eftir at koma upp á eitt íbúgvatal, sum er omanfyri 2000.
Umframt at biðla til Oyndafjarða Kommunu, hevur Fuglafjørður bjóðað Elduvíkar Kommunu uppí.
- Vit hava ongar beinleiðis tankar um at leggja saman við aðrari kommunu, sigur Andrias Hammer, sum er borgarstjóri í Elduvíkar Kommunu, sum fevnir um Elduvík og Funningsfjørð.
Lata standa til
Í Gøtu hava tey heldur ikki viðgjørt kommunusamanlegging.
- Vit koma at liggja millum tvær rættuliga stóran kommunur, men eg kann ikki siga nakað um, hvønn veg vit hella, sigur Haldóra Ranghamar, sum er borgarstjóri í Gøtu Kommunu. Sjálv heldur hon, at øll Eysturoyggin skuldi verið ein kommuna.
Eisini í Leirvík lata tey í fyrsta lagi standa til.
- Vit snakkað yvirhøvur ikki um nakra samanlegging. Vit halda ikki at tað er neyðugt hjá okkum at leggja saman við nøkrm, sigr Sjúrður Eliasen, borgarstjóri í Leirvík.
Felags fyri tær tríggjar kommunurnar er, at tær hava samarbeiði í allar ættir.
Ein partur av Gøtu Kommunu liggur beinleiðis út til Skálafjørðin. Undir Gøtueiði er bygd við egnum postnummari og hoyrir saman við Gøtu.
- Vit hava samstarv við Fuglafjørð, Leirvík og Runavík. Her hendir helst einki fyrr enn vit verða tvungin at leggja saman, heldur Haldóra Ranghamar.










