Vit keypa nógv á netinum

Alt fleiri keypa vørur umvegis alnótina og tað er einki, ið bendir á, at gongdin fer at venda. Tvørturímóti, so veksur hon ár undan ári.

 

So at siga øll sløg av vørum verða eisini keypar online í dag og tað er sera smidligt og lætt at gera ein handil.

 

Skipan í dag er, at tú vøran, ið tú bíleggur heim kostar undir 300 krónur, so fær tú hana toll- og avgjaldsfrítt. Tað hevur elvt til kjak hvørt tað er kappingaravlagandi fyri føroysku handilsvinnuna.

 

Vit hava tíverri ikki almenn hagtøl uppá hvussu nógv føroyingar handla á netinum, men í Sosialinum um vikuskiftið verður evnið viðgjørt og vit hava eisini gjørt eina spurnarkanning um hvussu ofta vit keypa online.