Vit kendu okkum kosin?

   

 

Hanna Lisberg

Tórshavn 20.09.01

????????????????????


Skaldið yrkir:

Vit kendu okkum kosnar

til vøkur verk og stór,

vit kendu okkar akur fór

at vaksa

og fyri okkum birtist ein

fløta víð og stór

har væl var sáað, væl

varð velt og saksað


Eg spyrji: hvar er virðingin fyri teim gomlu? Borgarstjórin í Havn hevur sýnt so stóra vanvirðing fyri gamla fólkinum ? og fyri so vítt umrøddu umsøkjarum, ið talað verður um í Sosialinum 20.09.01 við at tveita teirra umsókn til onnur, enn tey, hon var ætlað.

Ein umsókn av hesum slag hoyrir heima í sosialu nevnd, men borgarstjórin tekur sær av málinum, soleiðis at hann skapar óneyðuga øsing.

Í fyrstu syftu fara tíðindi um býin, at nú missir gamla fólkið kjallaran, tí umsøkjari(ar) skulu hava hetta til: »matstovu við so fínum vínkorti, sum ikki hevur sæð sín líka her um vegir o.s.fr.

Eg havi sæð umsóknina, tí hon er send okkum úr býráðnum. Hetta er ósømiligt móti umsøkjarunum. Men tað er eisini ósømiligt av teimum at ringja til okkara og spyrja um úrslit av okkara nevndarfundum ? og at koma í húsið, sum teir longu høvdu fingið hesa umbøn.

Men borgarstjórin átti at beint umsóknina, har hon hoyrdi heima, enn at ringja í tíð og úrtíð (t.d. kl. 21.00) um kvøldið til mín ? eftir at vit høvdu átalað hansara framferð, og víst til, at um hann hevði nakað at tosa um viðvíkjandi ognini, skuldi hann venda sær til nevndina.

Býráðslimir, eg talaði við, søgdu, at teir kendu einki til hesa umsókn; eg spurdi borgarstjóran, hvat Heðin Mortensen, sum hevði gjørt eitt stórt arbeiði, segði. ? Nei, segði borgarstjóri ? tað visti Heðin einki um.

Leivur Hansen flenti, tá eg spurdi hann, visti einki um tað, men legði afturat ? 4 ár ov seint. ? Torfinn visti einki ? Elin Lindenskov visti einki (er í sosialu nevnd). ? Tilhaldið fekk ORDRA til at svara, áðrenn 1. sept. 01. (Enn veit eg ikki, hvat svarast skuldi uppá. Vit viðgera ikki umsóknir!!)

Tann 18.09.01 hevur sosiala nevnd fund, nú er málið komið á skrá ? 2 mánaðir eftir at umsóknin er. Sjálvandi er saklig viðgerð har. Málið varð avvíst, tí samtykt fyriliggur um Tilhaldið. Hetta hava vit frá fyrsta degi greitt borgarstjóranum frá.

Eg vil ikki í hesum umfari koma nærri inn á málið. MEN eg átali harðliga ta ósømiligu framferð, borgarstjórin hevur víst. Tað er undir lágmark og óhugsandi, at nakar annar borgarstjóri vildi gjørt.

Persónliga havi eg nógv at takka serliga: Lisbeth Petersen, Poul Michelsen og Leivur Hansen. Eg sat í fleiri nevndum í yvir 20 ár og veit hvat eg skrivi um. Slíka atferð høvdu tey øtast at frætt um.