Vit innflyta meira frukt enn kjøt

Heilsuátøkini, sum byrjaðu í 2004 gjørdu góðan mun. Hagstovan staðfestir, at føroyingar nú eta meira frukt enn kjøt. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at føroyingar nú eta meira frukt enn kjøt. Roknað upp á árið innfluttu føroyingar í 2003 50 kilo av kjøti fyri hvønn íbúgva, meðan innflutningurin av frukt var 47 kilo fyri hvønn íbúgva. Í fjør vóru tølini ávíkavist 59 kilo av frukt og 51 kilo av kjøti fyri hvønn íbúgva um árið. Hagstovan skrivar á heimasíðuni, at ein orsøk til broytingina helst er heilsuátakið í 2004, har skúlar, abreiðspláss, barnagarðar og onnur vórðu eggjað at seta meira frukt á matarborðið.

Strikumyndin omanfyri vísir lutfalsligu gongdina í innflutninginum av kjøti, frukt og grønmeti, har vísitalið fyri 2003 er sett til 100.