Vit hildu lyftið ? Musikskúlin fær C-vitaminir

Eins og lovað, fær Musikskúlin nú tær 450 túsund krónurnar, honum tørvar fyri at halda fram við verandi virksemi. Hetta verður gjørt, hóast tjóðveldistingmaðurin, Páll á Reynatúgvu, alment hevur mótmælt ætlanini

John Johannessen
tinglimur fyri Javnaðarflokkin
mentanarnevndin
john@jokarin.com
???????????????
Musikskúlin sleppur at halda fram við verandi virksemi. Tað er greitt, nú samgongan hevur avgjørt at útvega skúlanum 450 túsund krónur afturat verandi játtan. Hetta er eitt beinleiðis úrslit av, at Javnaðarflokkurin hevur staðið fast við lyftið um C-vitaminir-nar.
Tað er bert spell, at Tjóð-veldisflokkurin, sum hevur útnevnt seg sjálvan til verja hjá mentanini, í útvarpstíðindunum á middegi mikudagin boðaði frá, at hann fer at arbeiða ímóti ætlan-ini, um at útvega Musikskúlanum neyðugu pengar-nar.

Listaskúli í klemmu
Fyri ikki at økja um hallið á fíggjarlógini enn meira, hevur samgongan gjørt av, at tær 450 túsund krónurnar til musikskúlan verða tiknar burtur av teimum 500 túsund krónunum, ið eru settar av til Listaskúla í Sandoynni
Helst er hetta orsøkin til, at fíggjarnevndarlimur Tjóðveldisfloksins noktar fyri at hjálpa Musikskúlanum.
Men veruleikin er, at ætlanin við Listaskúlanum á Sandoynni er ikki komin so mikið lagt, at brúk er fyri teimum 500 túsund krónunum. Enn er ætlanin um Listaskúlan lítið meira enn eitt hugskot hjá Páll á Reynatúgvu og Tjóðveldisflokkinum. Eitt hugskot, sum als ikki er vorðið nóg ítøkiligt at seta í verk enn.
Tí hevur samgongan valt at brúka peningin til at hava musikskúlan á einum nøktandi støði, heldur enn at fara undir nýggjar ófyrireikaðar verkætlanir eftir kravi frá Tjóðveldisflokkinum.

Lokalpolitiskt valagn
Javnaðarflokkurin vil sjálvsagt Sandoynni væl og vil sjálvsagt eisini virka fyri mentanarligum frambrotum í Sandoynni. Men veruleikin við Listaskúlanum er, at talan er ikki um ann-að, enn eitt ófyrireikað per-sónligt lokalpolitiskt val-agn hjá Páll á Reynatúgvu, sum fíggjarnevndin var noydd til at taka undir við eftir kravi frá fíggjarnevndarlimunum, Páll á Reynatúgvu, fyri at fáa semju um fíggjarlógina. Hesin sami fíggjarnevndarlimurin var við til at skerja játtanina til Musikskúlan og vil nú ikki bøta skaðan.
3. mars í ár legði Páll á Reynatúgvu uppskot fyri løgtingið, um at byggja Ítróttarskúla á Sandoynni. Sama uppskot broytti hann 16. apríl til at vera Lista- og tónleikaskúla. Hetta átti at givið eina mynd av, hvussu illa fyrireikað ætlanin er.
Mær tykir, at tingmaðurin bara vil hava ein ella annan bygning bygdan á Sandoynni, fyri at fáa ein lokalpolitiskan varða av sær sjálvum. Og so lætt eigur klaverið ikki at spæla.
Nú eru 50 túsund krónur eftir í Mentamálaráðnum at finna útav, um møguleiki er fyri og tørvur er á at skipa ein Listaskúla á Sandoynni. Tá hetta fyrireikingararbeiðið er liðugt, er Javnaðarflokkurin sinnaður at taka støðu til ætlanina av nýggjum.