– Vit hava verið ov góð av okkum. Tað heldur Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð.
Sum vit skrivaðu fríggjamorgunin hevur Tórshavnar Býráð samtykt at heita á landsmyndugleikarnar um at krevja, at ein útlendingur skal duga føroyskt fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum.
Les eisini: Strangari krøv til útlendingar sum vilja sleppa at vera í Føroyum
Gunvør Balle heldur, at hetta er eitt neyðugt krav, og at tað er í tøkum tíma, at tað kemur, tí vit eru við at fáa serlig samfeløg í Føroyum við útlendingum, har eingin dugur føroyskt.
– Vit hava verið ov lin, og ov góð av okkum, tí sum støðan er nú, seta vit ongi sum helst krøv til teir útlendingar, sum vilja hava varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, eigur hon.
– Tað eru børn, sum hava búð her frá tíð at tey vóru fødd, ella vóru pinkubørn, sum kortini ikki duga eitt orð á føroyskum, tá ið tey koma í fyrsta flokk. Ja í roynd og veru kunnu fólk búgva í Føroyum eitt heilt lív, uttan at duga føroyskt.
– Tað eiga vit ikki at lata um okkum ganga, tí undir slíkum umstøðum ber tað ikki til at samansjóða tey í føroyska samfelagið, sigur hon.
Býráðslimurin, Marin Katrina Frýdal, sigur, at skúlar og dagstovnar koma eisini í tað margháttligi støðu, at børnini mugu vera tulkar í samskiftinum ímillum skúla og foreldur, og tað er ein ræðulig ábyrgd at leggja á smábørn, heldur hon. Og hon heldur eisini, at tað er eitt dømi afturat fyri, hvusus stóran týdning undirvísing í máli hevur.
Hon heldur eisini, at kommunan eigur at virka fyri at fáa undirvísing í føroyskum sum fremmandamál á Fróðskaparsetrinum.
Forkvinnan í Mentanarnevndini sigur, at býráðið fer eisini at reisa spurningin um, at landsmyndugleikarnir og kommunurnar, í felag taka nøkur mudagóð stig til frama fyri at samansjóða útlendingar í føroyska samfelagið. Tað kann vera at læra tey føroyskt og at læra tey um føroyska mentan. Men tað kann eisini vera at førleikamenna tey og at útbúgva tey. ‘
– Og hjá teimum útlendingum, sum hava útbúgving, eiga vit at kanna eftir, hvussu teirra útbúgvingar kunnu brúkast í Føroyum, sigur Gunvør Balle.