Týsdagin hevði felagið Blóðgevi í Havn ársaðalfund. Tað eru trý blóðgevarafeløg í landinum, eitt til hvørt sjúkrahús. -Tað er tørvur á fleiri blóðgevum, skulu vit røkka aðalmálinum, sum er at verða sjálvbjargin við blóði í Føroyum, sigur Marita Simonsen, formaður í felagnum