Unga Sjálvstýri boðar í dag frá, at felagið nú stuðlar veðurlagsverkføllunum, sum eru hvønn fríggjadag uttan fyri Løgtingið. Veðurlagsverkføllini eru tískil nú stuðlað av fýra út av teimum sjey politisku ungmannafeløgunum. Tey ungmannafeløgini eru Unga Tjóðveldi, Sosialistisk Ung, Ungmannafelagið Samband og Unga Sjálvstýri.
Unga Sjálvstýri hevur júst skipað nýggja nevnd, og nýggja nevndin heldur veðurlagsverkallið vera eitt gott átak, og tí ynskja tey sum ungmannafelag at stuðla tí fyri at framskunda grønu umleggingina.
- Vit mugu sum ungdómur hugsa longri enn okkara egna unga ættarlið. Vit hava sum ungdómur skyldu til at hugsa um okkara eftirkomarar, og hvussu ið teirra heimur kemur at síggja út, sigur nýggi formaðurin, Heri Danielsen.
Heri Danielsen metir ikki, at prátið skal snúgva seg um at Føroyar í alheimsmyndini fylla lítið. Hann metir í staðin, at prátið skal snúgva seg um, hvussu føroyingar kunnu vera við til at senda ein boðskap til umheimin um, at um vit megna at taka ítøkilig stig til at betra um støðuna, ja, so kunnu onnur lond eisini.