Vit hava samfelagsskyldu yvirfyri eldri, breðkaðum og sjúkum

Í farna valskeiði er pensjónin saman við Samhaldsfasta hækkað við 17.772 krónum hjá støkum og við 33.816 krónum hjá hjúnum, har bæði eru pensjónistar. Men vit eru enn ikki komin á mál

Eins og í øðrum londum, hava vit í Føroyum mong eldri, breðkað og sjúk okkara millum, og vit skylda bæði okkum sjálvum og hesum, sum ikki fingu tað so lætt, at vit taka hond um tey.

 

Vit eiga at minnast til, at vit hava eina skyldu mótvegis eldri, breðkaðum og sjúkum, meðan vit, sum hinvegin hava heilsu og evni mugu arbeiða og arbeiða hart. Soleiðis kemur okkara land væl fyri seg.

 

Tað skerst ikki burtur, at bæði land og kommunur seinastu árini hava staði saman um at betra umstøðurnar hjá hesum, og tá onkur sigur tað mótsatta, siga teir ósatt.

 

Mong røktarheimspláss og dagtilboð til minnisveik er stovnsett runt landi. Og tíbetur so er komið á mál úti hjá fleiri komunun.

 

Lat meg eisini í hesum viðfangi taka pensjónshækkingarnr, sum vit sanniliga kunnu fegnast um, har so mikið ólíkir flokkar, sum Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin fingu framt.

 

Sterkur Fólkaflokkur – sterk pensjónsskipan

Hesi árini vit hava sitið við róðrið, eru lutvísu stóru hækkingarnar í pensjónum samanlagt við samhaldsfasta framdar soleiðis, at pensjónin fyri:

 

støk, er farin úr 7.410 krónum upp í 9.345 krónur um mánaðin

hjún har bæði eru pensjónistar úr 11.958 krónur upp í 15.633 um mánaðin

 

Tað vil siga, at útgjaldið er hækkað ávíkavist við:

- 1.481 krónum um mánaðin ella við 17.772 krónum í valskeiðinum.

- 2.818 krónum um mánaðin ella við 33.816 krónum í valskeiðinum.

 

Sjálvandi eru vit ikki komin á mál, tí sum eg nevndi, hava eldri, brekað og sjúk brúk fyri, at tey verða tikin hond um, meðan vit, so leingi vit hava evni og heilsu skulu syrgja fyri at arbeiða, so meiri verður eftir til hesi.

 

Lat meg gera vart við, at hetta eru mál eg vil verja og leggja dent á.

 

Fólkaflokkurin hevur leingi ynskt eina uppaftur betri pensjónskipan, okkara partur skal ikki liggja eftir.

 

Ein sterkur Fólkaflokkur virkar fyri eini sterkari pensjónsskipan.