Hósmorgunin fór KT-ráðstevnan 2004 av bakkastokki í Norðurlandahúsinum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm setti stevnuna. Í setanarrøðuni fegnaðist landsstýrismaðurin um áhaldandi menningina innan føroyska KT-vinnu.
Hann greiddi frá, at føroyska KT-vinnan hevur longu prógvað, at hon megnar at gera KT-loysnir bæði til føroyska heimamarknaðin og til at útflyta.
-Tað kemur ikki av ongum at ein KT-fyritøka á seinasta vinnudegi gjørdist ársins átak. Fleiri aðrar KT-fyritøkur hava ment nýskapandi loysnir. Eg kann nevna eitt nú umsitingarskipanir, bókhalds- og roknsskaparskipanir, dátugrunnar, fíggjarstýringarskipanir, haldaraskipanir os. fr, vísti Bjarni Djurholm á.
Í fjør fekk KT-fyritøkan Formula heiðurin fyri ársins vinnuátak á árliga vinnudegnum. Formula fekk í fjør eina samstarvsavtalu í lag við risafyritøkuna Siemens. Talan var um eitt forrit til ein telefonvekslara.
Betri innlit
Bjarni Djurholm greiddi eisini frá, at ein av fremstu uppgávunum hjá føroysku KT- vinnuni í framtíðini er at geva føroyska brúkaranum, vinnuni og tí almenna betri innlit í møguleikarnir sum eru innan kunningartøkni.
-KT er fyri mong torgreitt og abstrakt. Tað henda áhaldandi broytingar og menning í vinnuni og tí er tað fyri mong torført at fylgja við, segði Bjarni Djurholm.
Vanta hagtøl
Landsstýrismaðurin í vinnumálum fýltist á, at eingi hagtøl eru tøk fyri føroyska KT-útflutningin. Hann helt tað verða av stórum týdningi, at føroyingar fingu hesi hagtøl til vega, tí annars verður nærum ógjørligt at lýsa hvønn leiklut KT-vinnan hevur í føroyska landsbúskapinum.
-Skal KT-vinnupolitikkurin verða eftirmettur og nýggj kós verða sett fyri framman, hevur tað týdning at fáa eit betri hagtalsgrundarlag um KT í Føroyum. Eg vil saman við KT-feløgum virka positivt fyri hesum, vísti landsstýrismaðurin á.
Hann legði afturat, at tað er eisini alneyðugt við hagtølum, tá útlendski samstarvsfelagar skulu meta um møguleikarnar fyri samstarvi við føroyskar KT-fyritøkur.
Alt samskifti digitalt
Í setanarrøðuni róð Bjarni Djurholm eisini framm undir, at tað almenna hevur fleiri verkætlanir innan KT í gongd. Hann nevndi eitt nú, at Skráseting Føroya tekur nýggja partafelagsskrásetingarskipanin í nýtslu í næstum, sum føroysk KT-fyritøka hevur ment.
Landsstýrismaðurin helt fyri, at tað almenna eigur at ganga undan at gagnnýta kunningartøkni.
-Borgarin skal uppliva tað almenna sum eina eind. Vit skulu tryggja, at borgarin fær opinleika, atgongd og møguleika fyri avgreiðslu av flestu viðurskiftunum á internetinum. Umsitingin skal við KT verða skipað soleiðis at atgongd verður til data tvørturum ráð og stovnar. Hetta skal tryggja, at data verður skrásett á einum stað og tí verður ikki neyðugt at skráseta data aftur á øðrum staði, segði Bjarni Djurholm.
Málið er, at alt samskiftið millum almennar stovnar skal verða digitalt. Skal málið røkkast verður neyðugt við einum veitara av talgildari undirskrift (digitalum signaturi) í Føroyum, vísti landsstýrismaðurin í vinnumálum á.
Ynskja betri samskifti
Vegna Vinnumálaráðið bjóðaði Bjarni Djurholm føroysku KT-vinnuni til støðugari samskifti, so føroyska vinnan og tað almenna framhaldandi og í størri mun kundu gagnnýta kunningartøkni
-Avgerðir um, hvørjar íløgur tað almenna og vinnan skulu gera í framtíðini krevja vitan, vilja og førleika. Vit góðum samstarvi millum tað almenna og KT-vinnuna eri eg sannførdur um, at hesar avgerðir verða tiknar á haldgóðum grundarlag, segði Bjarni Djurholm at enda.