Vit hava okkara egnu krøv

LØNARHÆKKING Forkvinnan í Starvsmannafelagnum er ikki heilt samd í, at nýggi sáttmálin ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar skal verða grundarlagið undir øllum øðrum sáttmálum

- Hetta eru okkara samráðingar og vi hava okkara egnu krøv.
Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum leggur ikki líka stóran dent á úrslitið av samráðingunum ímillum arbeiðarfeløgini og arbeiðsgevarnar, sum formaðurin í Lærarafelagnum, ger.
Hon sigur, at fakfeløgini fara nú at viðgera støðuna og tey krøv, sum skulu setast, men tað fær hon ikki sagt nakað um enn.
Forkvinnan í Starvsmannafelagnum vil fyrst av øllum ynskja arbeiðarafeløgunum og arbeiðsgevarunum tillukku við nýggja sáttmálanum.
Men hon hevur eisini lagt sær í geyma, at hvørki arbeiðsgevarar ella arbeiðarafeløg søgdu, at tey vóru nøgd við sáttmálan.
Forkvinnan í Starvsmannafelagnum tvíheldur um at samráðingarnar eru frælsar og tí tekur hon sær ikki av, at politikarar ikki boðað frá, at lønin skal helst ikki hækkað.
- Tað er ikki okkara borð og vit samráðast ikki við politisku skipanina sum so, men einans við fíggjarmálaráðið um fáa eina so góðan sáttmála, sum til berog ikki við politisku skipani
Hóast hon ikki vil siga nakað um krøvini, váttar hon, at verða nøkur lønarkrøv, eigur tað ikki at koma óvart nakran.
- Dragna lønirnar hjá okkum afturímóti okkara grannalondum, er tað álvarsamt, sigur hon.
Les eisini greinina: Imponeraður av lønarhækkingini







aki@sosialurin.fo