Vit hava øll rætt til at trívast seksuelt

Sexologi verður í vísindahøpi ofta søgd at vera heimsins elsta og mest granskaða vísindagrein og eisini tað fakøki, ið ofta er truplast, at hava við at gera.

 

Sexologi er ein tvørgrein, sum í høvuðsheitum fevnir um læknafrøði, sálarfrøði, sjúkrarøktarfrøði, heilsufrøði, námsfrøði, samfelagsfrøði, heimspeki, mannfrøði, søgufrøði og gudfrøði. Og sum við øllum øðrum vísindagreinum, eru tað granskarar, ið hava slóða fyri og  ment sexologiina til tað støðið, hon er á í dag. Og sum við øllum øðrum vísindagreinum, krevur sexologiin og sexologisku evnini eina holla fakliga vitan og sakliga tilgongd og viðferð.

 

Tí er tað bæði harmiligt og ørkymlandi at uppliva, hvussu sexologisk evnir, so sum eitt nú fosturtøka, javnstøða, kynsleiklutir, ST- tilmælir, barsil, LGBT- viðurskifti og seksualundirvísingin í fólkaskúlanum í almenna rúminum av mongum vera tilvildarliga og ósakliga viðgjørd.

 

Brádliga tykist tað vera fakliga ”í lagið”, at blanda átrúna og etikk og brúka ósaklig uppáhald um menniskjaligar sannleikar sum argumentasjón fyri, hvat menniskjan er og ikki er fyri ein stødd.

 

Brádliga tykist tað vera fakliga ”í lagið”, at kroysta persónligan hugburð niður yvir onnur um, hvussu tey skula liva og leikast. Og brádliga tykist tað vera fakliga ”í lagið”, at brúka tað, ein persónliga ”heldur” og ”meinar” ella ”trýr uppá” sum argument fyri, hvat er vanligt og hvat er sjúkt.

 

Sex er eitt – seksualitetur nakað annað

Sex og seksualitetur eru tætt knýtt hvør at øðrum, men tey hava hvørki sama málsliga týdning ella vísa til sama innihald. Sex vísir í fyrstu atløgu til kyn og umfatar mentala og kropsliga atferð í samband við kynslív.

 

Seksualitetur hinvegin, er eitt breitt og vítt fevnandi hugtak og í fyrstu atløgu ein náttúruligur partur av, at vera menniskja. Seksualiteturin umfatar sálarligar bygnaðir, ið sum útgangsstøðið, kunna mennast og broytast alt lívið og seksualiteturin kemur til sjóndar í samband við fantasi, girnd, njótilsi, kenslur, vælveru, nærleika, erotikk, parløg, kynsleiklutir, nøring og kynsliga atferð og orientering. Eisini er seksualiteturin  ávirkaður av lívfrøðiligum, sálarfrøðiligum, sosialum, búskaparligum, mentanarligum, rættarligum, søguligum, átrúnaðarligum, andaligum og politiskum viðurskiftum og samspælium teirra millum.

 

Seksualiteturin kann eisini bera brek og fara av kós og vera til skaða fyri ein sjálvan og onnur. Tá er talan um sjúk seksuell frávik og eru tað til hesi gjørd altjóða leiðbeiningar og viðgerðar tilmælir.

 

Hugtakið homoseksualiterur varð ikki alment fyrr enn í 17-øld

Nógvar eru meiningarnar um homoseksualitet. Eitt nú tykist tað vera ein almenn misskiljing, at homoseksualitetur millum menniskju hevur eina náttúruliga forkláring, tí fyribrigdi er eisini at finna millum djór. Fortreytin fyri homoseksualitet er, at har frammanundan er ein seksualitetur.

 

Men djór hava ikki ein seksualitet og kunna tí ongantíð vera ella blíva homoseksuell. Djór eru djór og nørast sum djór. Haraftrat er sjálvt heitið homoseksualitetur eitt eftirgjørt hugtak, ið stakk seg upp í 1800-talinum og hevði til endamáls, at lýsa sjúkueyðkennini hjá tí fátali av monnum, ið høvdu fingið sum lagnu, bert at hava seksuellan tokka til men.

 

Hóast atferðin søguliga bæði er at finna í gamla Hellas og Rómaríkinum, var homoseksualitetur  als ikki til fyri 17 øld, soleiðis sum vit vísindaliga og samfelagsliga skilja hugtakið í vesturheiminum í dag.


Ein onnur misskiljing tykist ofta vera, at homoseksualitetur, tí hann ikki er vanligur, má vera sjúka. Vanligt er bert tað, flest fólk eru ella gera, og tað hevur einki at gera við, at tað óvanliga tí má vera sjúkt. Homoseksualitetur er hvørki í læknaligum ella sálarfrøðiligum høpi ein sjúka ella eitt sálarligt frávik. Amerikanska diagnosuskipanin DSM-5, tók alment homoseksualitet burturúr í nýggjastu útgávu síni í 2013 og í Evropeisku skipanini ICD-10, stendur greitt, at kynslig orientering í sær sjálvum ikki er ein sjúka. Tað er tí bæði fakliga og vísindaliga skeivt, at halda uppá nakað annað.


Ein onnur misskiljing er ofta, at um ein er homseksuellur er tað tí, at ein er føddur homoseksuellur. Men líka so lítið, sum tað er funnin nøkur heteroseksuell ílega er tað heldur ikki funnin nøkur homoseksuell ílega. Tað eru funnin ein rúgva av kromosomum og alt eftir hvussu hesar samansetingar eru og í samspæl við ílegurnar annars og aðrar lívfrøðiligar, sálarligar og sosialar umstøður, eru tað summi, sum eru homoseksuell, summi sum blíva ella velja at vera tað og summi, sum fara frá tí aftur.


Eisini eru tað fólk, ið alt sítt lív hava liva í heteroseksuellum parlagið, sum um 40 ára aldur flyta seg yvir í eitt homoseksuelt parlag. Oftani eru tey kvinnur og tær siga seg hvørki vera homoseksuellar ella biseksuellar. Tær eru bara tilvildarliga falnar fyri einari kvinnu og árini á baki og persónleikin hevur kanska gjørt, at tær nú í lívinum finna seg betur til rættis í parlagið við einum við sama kyni. 

 

Fólkaskúlin og seksualundirvísingin

Í Føroyum kann ikki síggjast burtur frá, at seksualitetur og seksualfrálæra kunna vera sera viðkvom at fyrihalda seg til og hava við at gera, bæði hjá næmingum og hjá lærarum, og tað ber illa til at tosa um og viðgera sexologisk evnir, uttan onkursvegna eisini at skula fyrihalda seg til sín egna seksualitet og seksualitetin hjá øðrum.


Eisini er tað føroyska málið kanska eitt haft um beinini í frálæruni. Tað kann vera órímiliga trupult, torført og torskilt, at samskifta um kyn og seksualitet á føroyskum. Málið er her serliga fátækt og enntá í orðabókini beinleiðis skeivt og innihaldsliga misvísandi. Eisini eru málburðir og orð oftani annaðhvørt “fordanskað” og yvirdrivin klinisk og hátíðarlig ella tey eru ófantaliga fúl, pínlig og barnslig. Tað manglar í føroyska málinum veruliga eitt vanligt gerandis “seksuelt mál”, soleiðis at til ber sinniliga og virðiliga at samskifta um kyn og seksualitet á føroyskum.


Øll menniskju hava vit tó ein seksualitet og øll menniskju eru seksuellar verur. Børn hava ein seksualitet, ung hava ein seksualitet, vaksin hava ein seksualitet og eldri hava ein seksualitet og seksualiteturin kemur sum oftast til sjóndar í sambandinum millum menniskju.

 

Sambært heimsheilsustovninum WHO, er tann menniskjaligi seksualiteturin altíð samansettur av lívfrøðiligum, sálarfrøðiligum og sosialum umstøðum, hann er altíð er í samspæl við tíð og stað og í fyrstu atløgu eitt jaligt heilsufyribrigdi, heldur enn bert frávera av sjúku. Seksuellur trivnaður og seksuelt frælsi er sambært altjóða sáttmálum ein mannarættur og góð seksuell heilsa er sambært WHO ein grundleggjandi og lívsneyðugur partur av, at vera menniskja.

 

At upplýsa skynsamiliga

Fólkaskúlin er einasti almenni stovnur í landinum, ið hevur kravda skyldu at upplýsa um seksualitet. Fólkaskúlalógin sigur tó einki um tímatal, flokstrin, innan hvørja lærugrein seksualfrálæran skal vera givin ella á hvønn hátt, hon skal skipast. Men í mun til føroyska dansin, heimildar lógin ikki foreldrunum, at taka børnini úr seksualundirvísingin og er hon sostatt nakað øll børn í føroyska skúlanum hava rætt til og krav uppá.


Sum er, liggur seksualundirvísingin  í námsætlanini undir lærugreinini lívfrøði og er avmarka til 8. flokstrin. Evnini í vera gjøgnumgingin eru í høvuðsheitum; munurin á monnum og kvinnum, barnsburður, kynssjúkur og fyribyrging. Hóast bæði fólkaskúlalógin og námsætlanin gevur pláss fyri einari rúmligari, fjølbroyttari og meira tvørfakligari seksualundirvísing á øllum floksstigum, virkar tilgongdin til hugtakið “seksualupplýsing” sambært námsætlanina bert vald at vera lívfrøðilig, kynslig og praktisk.


Í londunum rundan um okkum verður hinvegin stórur dentur lagdur á, at seksualundirvísingin eisini tekur hædd fyri sálarligu og sosialu viðurskiftunum av seksualitetinum í undirvísingini, at kyn og seksualitetur altíð er í samspæl millum hesi og at øll hava rætt til at trívast seksuelt og til eina góða seksuella heilsu.


Av tí, at øll børn í Føroyum ganga í skúla hevur fólkaskúlin møguleikan at gera stóran mun, tá tað snýr seg um at geva børnum og ungum neyðugu vitanina og førleikarnar, soleiðis at tey kunna menna seg til ábyrgdarfull og tollynt vaksin, bæði móti sær sjálvum og hvør øðrum. Tað er tó upp til skúlarnar sjálvar, at fyrihalda seg til og praktisera seksualupplýsingarskylduna.

 

Tí er tað eisini sera ymiskt frá skúla til skúla, hvussu nógv seksualfrálæran verður raðfest og hvørja vitan og frálæru næmingar runt um í Føroyum fáa. Eitt hugskot hevði kanska verið, at skúlarnir fingu sett í verk eina gjøgnumhugsaða og væl skipaða heildarætlan, ið bæði tekur atlit fyri at geva næmingunum ta frálæru, teimum tørvar og hava rætt til - og lærarunum teir førleikar og tað tilfar, teimum tørvar og hava rætt til.

 

Føroyar í norðurlendskum høpi

Heimsheilsustovnurin WHO er undir ST og av tí at Føroyar ikki eru ein sjálvstøðug tjóð, kunna Føroyar hvørki vera limir í ST ella WHO. Danmark er limur bæði í ST og WHO og allir altjóða sáttmálar, ið Danmark viðtekur, eru eisini galdandi fyri Føroyar uttan so, at tað beinleiðis stendur í sáttmálanum, at hann ikki er tað. Men við heimastýrislóginu, kann eingin altjóða sáttmáli, hóast hann er samtyktur í Danmark galda í Føroyum, fyrr enn hann er samtyktur av føroyskum myndugleikum.


Føroyar eru enn partur av danska kongaríkinum og danskari lóggávu. Føroyar eru partur av norðurlondum og norðurlendskum samstarvið. Føroyar samanbera seg við Danmark og hini norðurlondini. Danmark og hini norðurlondini, eru limir í ST og hava bundið seg til at fylgja altjóða heilsu leiðbeiningunum hjá WHO, ið undirskilt eisini umfatar at virka fyri góðari seksuellari heilsu.


Tí vildi tað veri náttúruligt, at Føroyar eisini samanbera seg við og samstarvar við Danmark og hini norðurlondini í samband við politisk mál og fakøki, ið hava við sexologisk viðurskifti at gera og har tað hevur týdning, at tryggja borgarunum síni seksuellu rættindi, góða seksuella heilsu og góðan seksuellan trivna.

 

Týdningarmikið, men viðbreki evni

Evnir, ið snúgva seg um seksualitet eru viðbrekin at viðgera. Tey eru allastaðni og tað hevur tí serliga stóran týdning, at fakfólk, politikarar og øll vit onnur, bæði í kjaki og tá avgerðir vera tiknar, ansa eftir, ikki at blanda saman vísind, mannarættindi og etikk við persónligar sannføringar og átrúna.