Tað er heilt ótrúligt, sum bjargingarfeløgini kring landið gera eitt stórt arbeiðið.
Jan Poulsen, løgreglumaður sigur, at ódnirnar hetta vikuskiftið hava enn einaferð staðfest, hvussu ómetaliga stóran týdning, bjargingarfeløg og sløkkilið kring landið, hava.
Hann sigur um alt landið hava sløkkilið og bjargingarfólk verið til arbeiðis at hjálpa upp á har stormskaðar hava verið, ofta undir sera vánaligum og hættisligum umstøðum.
- Hóast talan fyri nógv tað mesta er um sjálvboðið arbeiði, leggja tey rættiliga nógv fyri at tryggja har skaði er hendur at forða fyri, at tað elvir til størri skaða.
- Og tað er rættiliga avgerðandi fyri, hvussu væl vit koma burtur úr ódnum, sum hesum, tí tey bjarga rættiliga stórum virðum, sigur løgreglumaðurin.
Jan Poulsen staðfestir eisini, at samstarvið ímillum løgregluna og bjargingarfólkini er fyrimyndarligt.
Tey læra av hvørjari ódn og løgreglumaðurin leggur afturat, at nú er tilbúgvingin so væl skipað, og virkar so mikið væl, at hann væntar, at tað er eindømi.
Á myndini eru sløkkiliðsmenn í Havn farnir upp í loft at tryggja stálonstruktiónina í nýggja húsinum, FSF byggir við Tórsvøll og sum slitnaðu úr betonginum í fyrru ódnini hetta vikuskiftið.
|