Vit hava »mist« 12 milliardir í blokkstuðli

Síðani Løgtingið í 2001 gjørdi av, at ríkisveitingin úr Danmark skuldi skerjast við einum triðingi, hava Føroyar soleiðis »mist« 12 milliardir krónur.

Seta vit upp roknistykkið fyri ríkisveitingina úr Danmark fyri tað, sum hon »átti at verið«, um hon ikki var skorin í 2002 – og tað sum hevur verið nú 20 ár seinni, so mangla 12 milliardir krónur.

 

Tí ríkisveitingin hevði í dag verið komin upp á umleið 1,5 milliard, um vit rokna við einum prístalsvøkstri upp á 2 prosent um árið síðani 2002 til í dag.

 

Blokkstuðulin hevur verið góðar 12 millardir hesi árini frá 2002 til 2021.

 

Um eingin broyting varð gjørd, so hevði hann havt verið tilsamans 24,7 milliardir krónur. Tað vil siga, at her »mangla« góðar 12 milliardir.

 

Alt eftir hvussu vit síggja upp á stuðul úr Danmark, so kunnu vit við »sambandsbrillum« staðfesta, at Høgni Hoydal hevur verið ein dýrur drongur, sum hevur kostað føroyska samfelagnum 12 milliardir í 20 ár í mistari inntøku, sum vit eiga, úr Danmark. Tað merkir til dømis, at føroyska samfelagið hevur mist 1,5 milliónir um dagin, hvønn tann einasta dag síðani 2002.

 

Men so kunnu vit venda tí við og við »tjóðveldisbrillum« siga, at Høgni Hoydal hevur loyst okkum 12 milliardir frá Danmark. Vit eru nú 12 milliardir krónur minni bundin av dønum og donskum avgerðum.

 

Tað veldst um eygað, sum sær. Tað er ymiskt, sum bendir á, at sjálvt Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin halda hetta vera í fínasta ordan. Tí hvørgin teirra hevur ætlanir um at fáa hesar pengarnar aftur – sjálvt um tað snýr seg um 850 milliónir krónur afturat á dagsins fíggjarlóg í Løgtinginum upp á 5,8 milliardir krónur, sum høvdu komið væl við í eldrarøktini, á sjúkrahúsøkinum – ella at bygt tunlar fyri.

 

Sambandsflokkurin hevði ein teljara á heimasíðuni, sum hvønn dag vísti, hvussu nógvar milliónir, vit hava »mist« av hesum, men tann teljarin er langt síðnai strikaður av síðuni.

 

Tá Tjóðveldi og Fólkaflokkurin í sínari tíð skuldu loysa, vildu teir hava donsku stjórnina at kapitalisera blokkstuðulin og geva Føroyum 12 milliardir við sær úr ríkinum.

 

Vit kunnu nú staðfesta, at vit hava fingið 12 milliardir í ríkisstuðuli síðani tá – og at vit hava samstundis hava mist aðrar 12 milliardir, sum vit kundu havt fingið.