Vit hava lyft tað, sum fullveldissamgongan ikki megnaði

- Hesi síðstu fýra árini hevur samgongan brúkt upp á at lyfta tær byrðar, fullveldissamgongan ikki megnaði.

Tað staðfesti Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður á landsfundi Sambandsfloksins í dag.

Tað, sum løgmaður sipar til er, at ríkisveitingin varð skerd 366 milliónir í 2002.

Hann segði, at tá ið so nógv verður tikið burtur av inntøkum landskassans, er greitt, at bæði sparingar og nýggjar inntøkur mugu til fyri at fylla holið í landskassanum.

- Hetta varð ikki gjørt í 2002, staðfesti løgmaður.

Men hann segði, at tað er hetta, sum er gjørt síðani 2008.

Og hann gjørdi greitt, at henda trupla, búskaparliga tillaging heldur fram tey næstu fimm árini eftir ætlanini, samgongan hevur lagt í játtanarkørmunum frá 2013 til 2017.

Annars staðfesti løgmaður, at ríkisfelagsskapurin hevur ongantíð havt so stóran týdning, sum í hesum tíðum við trupulleikum í samfelagsbúskapinum.

- Ríkisveitingin er við til at minka um stóru niðurgongdina og sveiggini í føroyska búskapinum, og harvið skapa ein tryggari samfelagsbúskap.

Eisini Johan Dahl, og onnur sambandsfólk fegnaðist um ríkisfelagsskapin.

Johan Dahl vísti á, at ríkisveitingin er bara ein partur av ríkisfelagsskapinum. Men tað, sum eisini hevur sera stóran týdning, eru allar tær skipanir, sum ríkisfelagsskapurin gevur okkum atgongd til, bæði hvat heilsuverk, útbúgving og øðrum, viðvíkur.