? Javnaðarflokkurin hevur ikki svarað fyrispurninginum frá Suðuroyar Oljuvinnuráð, men vit ætla okkum tó at koma við einum skrivligum svari, tá vit hava ráðført okkum við serfrøðingar á oljuvinnuøkinum.
Jóanes Eidesgaard vísir aftur pástandinum Hergeir Nielsen førdi fram í Sosialinum leygardagin um, at Javnaðarflokkurin hevur svarað Suðuroyar Oljuvinnuráð.
Greitt svar
? Eg dugi ikki rættuliga at skilja støðuna hjá Tjóðveldisflokkinum, sum í landsstýrinum hevur meldað út, at vinnan eftir hansara sannføring eigur at avgera, hvar ein komandi oljuvinna verður savnað, meðan tingmenn floksins alment hava meldað út, at vit politiskt eiga at stýra oljuvinnuni.
Jóannes Eidesgaard sigur, at Javnaðarflokkurin ikki ætlar sær at koma við fleiri ymsum svørum, eins og Tjóðveldisflokkurin, og tí fer hann at brúka tíð uppá at fáa ráðgeving um málið, soleiðis, at flokkurin kann koma við einum greiðum skrivligum svari. Tískil hevur Javnaðarflokkurin enn ikki tikið nakra endaliga støðu til, hvat hann fer at svara Suðuroyar Oljuvinnuráð.
Støða má takast
Jóannes Eidesgaard heldur, at politikarar eiga at taka støðu til nøkur heilt grundleggjandi mál í sambandi við oljuvinnuna. Støða eigur at verða tikin, um oljuvinnan skal stýrast politiskt ella marknaðarkreftirnar skulu sleppa at hava frítt ræði. Somuleiðis eigur at verða kjakast um tað alment oljufelag ella ikki.
? Verða tað marknaðarkreftirnar, ið sleppa at ráða í oljuvinnuni, er tað líka mikið, um vit mæla til, at oljuvinnan verður savnað í Mikladali ella nakra aðrastaðni. Tí tá hava politisku tilmælini einki at siga, sigur formaður Javnaðarfloksins.










