Vit hava ikki sýtt fyri at samstarva um diabetis

Men samstarvið við Novo Nordisk reisir fleiri prinsipiellar spurningar, sum vit fyrst mugu taka støðu til, sigur Sirið Stenberg

Tað er ein misskiljing tá ið tað er ført fram, at eg havi sýtt fyri at samstarva við Novo Nordisk Fonden um diabetis.

 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum. Tað vakti ans, fyri ikki at siga øsing, tá ið tað kom fram, at Novo Nordisk vildi seta eina diabetis-miðstøð á stovn í Føroyum, men at Sirið Stenberg hevði víst tí aftur.

 

Tað hevur fingið bæði Kaj Leo Holm Johannesen, Jógvan á Lakjuni og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir at reisa spurningin í Løgtinginum.

 

Sirið Stenberg svarar teimum aftur og sigur, at talan var ikki um eina beinleiðis umsókn um at seta eina diabetis-miðstøð á stovn í Føroyum, men um ein fyrispurning um samstarv har tey bjóðaðu sær gera eina miðstøð í Føroyum.

 

Og hon sigur, at tað er ikki rætt, at hon hevur víst tí frá sær, sigur hon í svari til tey trý. Tað, hon hevur gjørt, er at hon hevur boðað Novo Nordisk Fonden frá, at hetta er ikki eitt mál, hon arbeiðir ikki við hesum málinum í løtuni.

 

Hon heldur nevniliga, at eitt samstarv ímillum Novo Nordisk Fonden og føroyska heilsuverkið hevur eina røð av prinsipiellum og etiskum spurningum við sær. Hetta eru spurningarn,  vit ikki hava svar uppá í løtuni og fyrr enn vit hava tað, heldur hon ikki, at málið er búgvið at taka støðu til.

 

Hon hevur áður víst á, at í Føroyum hava vit eitt alment heilsuverk, sum er fíggjað við skattum avgjøldum, og ein av prinsipiellu spurningunum, vit skulu taka støðu til, er um vit skulu lata eina privata fyritøku hava sítt virksemi inni á sjúkrahúsinum.

 

Hon hevur eisini víst á, at tað er eisini ein spurningur, hvussu ein diabetis-miðstøð sampakkar við mátan, vit annars hava skipað diabetis-viðgerðina í Føroyum. Í Føroyum hava vit nettupp avgjørt at viðgerðin skal vera úti um landið, og skal ikki miðsavnast á Landssjúkrahúsinum, sigur landsstýriskvinnan.

 

Summi hava víst á, at tað eru nógvir granskingarmøguleikar, sum gleppa okkum av hondum, men Sirið Stenberg hevur sagt, at fyrispurningurin frá Novo Nordisk umfataði ikki gransking, so tað hevur ikki verið ein partur av málinum.

 

Tí heldur hon, at tað er skilabest, at málið fær eina neyva politiska viðgerð, áðrenn støða kann takast, sigur hon við tey trý løgtingsfólkini.

 

Tað hevur eisini vakt ans, at hon ikki hevur sett seg í sambandi við diabetisfelagið um hetta. Sirið Stenberg sigur at orsøkin til, at hon ikki hevur sett seg í samband við Diabetesfelagið, er, at málið er ikki búgvið at viðgera.