- Samstundis sum Føroyar missa kanska eina milliard krónur um árið í tilfeingisgjaldi, verður heilsuverkið miðvíst niðurbrotið. So bersøgin er Shahin Gaini, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum. Hann sipar til greinina her á in.fo í morgun, har serlæknin í gikt, Pero Sore, sigur, at verða ikki ávísar treytir loknar áðrenn hesin mánaðin er farin, verður 28. februar hansara seinasti arbeiðsdagur á Landssjúkrahúsinum.
Les eisini: Serlæknin í gikt rýmir um tvær vikur
Samstundis hevur Pero Sore skrivað eina drúgva frágreiðing um støðuna, har hann rættiliga bersøgin sigur sína hugsan um, støðuna í heilsuverkinum.
Les eisini frágreiðingina hjá Pero Sore: Derfor har jeg opsagt min stilling
Shahin Gaini skrivar í eini viðmerking at hann heldur, at nógv í heilsuverkinum munnu kenna seg aftur í frágreiðingini hjá Pero Sore. Og hann leggur afturat, at Landssjúkrahúsið hevur ikki ráð at missa serlæknan í giktsjúkum. - Pero Sore hevur arbeitt tað, sum svarar til tveir, tríggjar serlæknar uppá fulla tíð í Danmark og vit hava ikki ráð til at missa hann.
- Stórur vandi er, at fer Pero Sore, fer tað at fáa eina domino-effekt, sigur Shahin Gaini. Tað merkir, at so fara fleiri aðrir yvirlæknar eisini at stinga í sekkin. Og hann ger greitt, at sjálvur ætlar hann sær ikki at arbeiða á Landssjúkrahúsinum, fara ein tveir serlæknar afturat. - Vit hava longu mist ein dugnaligan skurðlækna, Jákup Midjord, sum er ein vanlukka fyri ortopedkirurgi í Føroyum og fyri traumatologi. - Eg hopi ikki at cruiseskipini fáa frænir av, at eingin sofistikerað traumatologi er í Føroyum, skuldi ein bussur fullur av amerikanskum eldri ferðafólki koppa í summar, sigur Shahin Gaini.
Hann sigur, at hóast heilsuverkið sum er, liggur knock-out, er ætlanin at seta enn fleiri sparingar í verk.
Hann sigur, at tá ið hann búði í Danmark, visti hann, at sama hvat honum feilti, slapp hann til kanningar í almenna heilsuverkinum, áðrenn ein ella tveir mánaðir vóru farnir. Tað var eitt lógartryggjað krav og peningur var játtaður til tað. - Føroyski borgarin hevur ræðuligar bíðitíður til nógvar kanningar - og um stutta tíð fara makrelmenn, og onnur sum hava pengar, at flúgva beinleiðis til privatklinikkir uttanlands.
Sjálvt tað, mær vitandi, ”almenna” Tryggingarfelag Føroyar stuðlar nú uppundir við at veita viðgerðartryggingar. Men hann heldur, at tann staka mamman við lágari inntøku, og parið við lágari inntøku í Føroyum, fara ikki at hava ráð til at fara uttanlands fyri egna rokning, ella við endurgjaldi frá eini eksklusiva trygging, sum tey fáu hava ráð til. - Tað verður ein markant polarisering av tí almenna viðgerðartilboðnum innan grundleggjandi viðgerð í Føroyum, sigur yvirlæknin.
Hann sigur, at í botn og grund snýr frágreiðingin hjá Pero Sore seg um, at hann fær ikki givið føroyskum borgarum ta bestu viðgerðina fyri gikt. - Hann fær ikki arbeiðsfrið og man vil ikki gera rationellar góðar loysnir har giktasjúklingurin er í miðdeplinum.
Allar loysnir sum koma, seta skipanina í miðdepilin, ella er høvuðsendamálið at tað skal brúkast sum minst av orku, bæði fakligar og fíggjarligar
- Ein skuldi trúð at embætismenninir, og politikararnir, sum taka hesar avgerðir, ongantíð rokna við at blíva sjúkir, ella sum skjótast ætla sær til Ríkissjúkrahúsið at fáa viðgerð, tí annars høvdu tey nokk ikki torað at bjóða slíkar discountloysnir, ekstremar bíðitíðir, vanvirðing fyri allari læknaligari fakligheit osfr., heldur yvirlæknin.
|