Í gjár flutti ALS inn í egnan bygning við Tinghúsvegin. Talan er um bygning, sum gamli Føroya Sparikassi átti og nýtti, og sum Kaupthing síðani flutti inn í, og sum Almannastovan nú hevur húsast í eini tvey ár ella so.
Ernst Jacobsen, stjóri í Arbeiðsloysisskipanini, sigur, at teir vórðu uppsagdir í hølunum, teir hava húsast í eftirhondini í mong ár, og tá bygningurin við Tinghúsvegin stóð teimum í boði at keypa, tóku teir av.
- Vit hava í eina tíð arbeitt við einum stórum bygningsprojekti, og vit høvdu fingið grundøki á Óðinshædd. Hetta var ein velduga ambitiøs verkætlan, og kanska eisini í størra lagi, sum hevði komið at kosta eitt stað millum 65 og 80 milliónir, sigur Ernst Jacobsen.
Skitsuprojekt var gjørt, og grundtekningarnar vísa eisini ein bygning við ógvuliga góðum umstøðum, bæði fyrisitingarliga, men ikki minst undirvísingarliga.
- Hendan verkætlanin hevði ógvuliga góðar umstøður til undirvísing. Hon hevði enntá eitt auditorinum, men tá man nú hyggur upp á verkætlanina, kann hon tykjast í so ambitiøs. So hendan loysnin, sum vit nú hava fingið, er eitt millumting millum tað, vit høvdu, og so stóru verkætlanina á Óðinshædd, sigur Ernst Jacobsen.
Spara helvtina
Nýggi bygningurin hjá ALS er í trimum hæddum við einum lítlum ovastalofti. Umstøðurnar eru munandi betri enn tær vóru í leigaðu hølunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar uppi á Hálsi.
Har er stór kantina við tilhoyrandi industrikøki, og handan eina faldihurð er stórt fundar- ella undirvísingarhøli, sum kann gerast næstan tvífalt so stórt við at lata faldihurðina upp.
Ernst Jacobsen ivast ikki í, at sum umstøðurnar nú verða, kann stovnurin veita brúkarunum eina munandi betri tænastu enn teir kundu uppi á Hálsi.
- Her liggja vit mitt í býnum, men kortini ikki við eina høvuðsferðsluæðr. Her er stutt at ganga frá ferjunum hjá fólki, sum koma úr Suðri. Einasta, sum togar niður, eru parkeringsviðurskiftini, sigur Ernst Jacobsen.
Hann vísir tó á, at teir hava nøkur parkeringspláss í kjallaranum, tað er ikki verri enn tað, men annars deila tey lagnu við so ógvuliga mong onnur, sum starvast í miðbýnum.
- Vit hava jú parkeringsøkir á Glaðsheyggi, niðanfyri Kaggan og á Skálatrøð, og tað eru so mong onnur, sum mugu taka til takka við teimum parkeringsøkjunum, sigur Ernst Jacobsen.
Nógv bíligari
Tað er kanska eitt sindur av lagnunnar speisemi, at Almannastovan nú flytir inn í hølini, har ALS hevur húsast, meðan ALS keypir bygningin, har Almannastovan helt til.
- Vit fingu hetta tilboðið, og eg havi bara hoyrt positivt um keypið. Bygningurin kostaði 22,74 milliónir, og eg fái bert at vita, at vit hava gjørt kvettið. Hetta merkir samstundis, at vit sita fyri helvtina minni um mánaðin enn vit gjørdu við at leiga, sigur Ernst Jacobsen.
Men eisini í aðrar mátar eru pengar at spara við at hava keypt hendan bygningin.
- Vit hava brúkt upp til tvær miliónir krónur um árið at halda skeiðir og undirvísing runt umkring í býnum, tí umstøðurnar snøgt sagt ikki vóru til staðar at undirvísa uppi á Hálsi. Her hava vit sum nevnt góðar umstøður, bæði til undirvísing og til at matgera fyri luttakarunum, sigur Ernst Jacobsen.
Onkrar smábroytingar skulu gerast í innrættingini, men annars eru hølini klár at taka í nýtslu. Sum er, eru smá hølir ella klivar, har viðskiftafólk kunnu í frið og náum fylla út skjøl og umsóknir, nakað, sum umstøður ikki vóru til á Hálsi.
- Eg ivist ikki í, at við nýggju umstøðunum verða vit før fyri at veita eina enn betri tænastu. Vit flyta úr einum vinnuøki oman í miðbýin, allar skipanir koyra automatiskt, so vit hava so fá fólk í umsitingini sum gjørligt, sigur Ernst Jacobsen.
Enn er eitt sindur rokaligt í nýggja ALS bygninginum, starvsfólk, høg sum lág, hava nýtt alt vikuskiftið at flyta, og komandi dagarnar fara tey at nýta at fáa seinastu tingini upp á pláss.
Men stovnurin virkar – næstan – sum vanligt longu frá í gjár.









